Borneo

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Borneo
Kalimantan
Staðfrøði í Borneo
Jarðfrøði
Staður Landsynningsásia
Koordinatar 01°N 114°E / 1°N 114°E / 1; 114Coordinates: 01°N 114°E / 1°N 114°E / 1; 114
Oyggjabólkur Greater Sunda Islands
Vídd 743.330 km2 (287.000 sq mi)
Vídd-nr. 3
Hægsta upphevjan 4.095 m (13.435 ft)
Hægsta punkt Kinabalu
Land
Umdømi Belait
Brunei og Muara
Temburong
Tutong
Landslutir Vestur Kalimantan
Mið Kalimantan
Suður Kalimantan
Eystur Kalimantan
Norður Kalimantan
Lutstatir og samveldisøki Sabah
Sarawak
Labuan
Fólkafrøði
Fólkatal 19,804,064 (pr. 2010)
Tættleiki 21,52 /km2 (55,74 /sq mi)
Etniskir bólkar Kadazan-Dusun, Murut, Rungus-Momogun, Dayak, Bruneian Malay, kinesarar, Banjar, Javanesarar

Borneo er heimsins triðstørsta oyggj, næst eftir Grønlandi og Ný Guinea. Borneo fevnir um eitt øki á 736.000 km² og er býtt sundur millum londini Malaisia, Brunei og Indonesia. Borneo liggur norðanfyri Java, vestanfyri Sulawesi, og eystanfyri Sumatra. Umleið 73% av oynni er indonesiskt. Har norðuri á oynni er eitt malaysiskt øki ið fevnir um umleið 26% av oynni, har eru tey Eystur Malaysisku stakríkini Sabah og Sarawak. Harafturat hoyrir oyggin Labuan, ið liggur nærindis Borneo, til Malaysia. Á norður Borneo liggur eitt sjálvstøðugt ríki, Brunei, ið fevnir um 1% av víddini av oynni Borneo.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Seinna Heimskríggj[rætta | rætta wikitekst]

Undir Seinna heimsbardaga, fingu japanskar herdeildir valdið yvir Borneo og hersettu oynna frá 1941 til 1945. Teir týndu mong av teimum lokalu og drupu elituna av malajfólkinum, avrættaðu alla Malay sultan familjuna frá Kalimantan í álopunum á Pontianak. Sultanurin Muhammad Ibrahim Shafi ud-din II av Sambas í Kalimantan varð avrættaður í 1944. Sultanatið varð síðan avtikið og í staðin kom eitt japanskt ráð.[1] Undir japonsku hersetingini, spældi Dayak ein leiklut í uppreistrarstríðnum móti hersetingarvaldinum, serliga í Kapit Division.[2] Sameindar deildir frá Z Special Unit veittu teimum stuðul. Eftir at Singapor fall, sendu japanar fleiri túsund bretskir og avstralskir krígsfangar til fangalegur á Borneo. Á einari av teimum ringastu, kring Sandakan í Borneo, yvirlivdu bara seks av umleið 2.500 krígsfangum.[3] In 1945, the Japanese were defeated by the Allies.

Størstu býir[rætta | rætta wikitekst]

Niðanfyri sæst ein listi yvir 20 av størstu býunum á Borneo eftir fólkatali, grundað á 2010 fólkateljingina fyri Indonesia[4][5] og 2010 fólkateljingina fyri Malaysia.[6]

Nr. Býur Fólkatal Tættleiki (/km2) Land
1 Samarinda, Eystur Kalimantan 727,500 929 Indonesia
2 Banjarmasin, Suður Kalimantan 625,481 8,687 Indonesia
3 Kuching, Sarawak 617,886 332 Malaysia
4 Balikpapan, Eystur Kalimantan 557,579 1,058 Indonesia
5 Pontianak, Vestur Kalimantan 554,764 5,146 Indonesia
6 Kota Kinabalu, Sabah 462,963 1,319 Malaysia
7 Tawau, Sabah 412,375 67 Malaysia
8 Sandakan, Sabah 409,056 181 Malaysia
9 Miri, Sarawak 300,543 64 Malaysia
10 Bandar Seri Begawan 300,000 490 Brunei
11 Sibu, Sarawak 247,995 111 Malaysia
12 Palangkaraya, Central Kalimantan 220,962 92 Indonesia
13 Lahad Datu, Sabah 206,861 28 Malaysia
14 Banjarbaru, South Kalimantan 199,627 538 Indonesia
15 Tarakan, Norður Kalimantan 193,370 771 Indonesia
16 Bintulu, Sarawak 189,146 26 Malaysia
17 Singkawang, Vestur Kalimantan 186,462 370 Indonesia
18 Keningau, Sabah 177,735 50 Malaysia
19 Bontang, Eystur Kalimantan 143,683 353 Indonesia
20 Victoria, Labuan 85,272 950 Malaysia

Keldur[rætta | rætta wikitekst]