Oyndarfjørður
| Oyndarfjørður | |
| Andefjord (danskt) | |
| Bygd | |
Oyndarfjørður | |
| Land | |
|---|---|
| Sýsla | Eysturoya sýsla |
| Oyggj | Eysturoy |
| Kommuna | Runavíkar kommuna |
| Íbúgvar | 132 (Septembur 2025)[1] |
| Postnummur | FO-690 |
| Markatal | 32-00-00 |
Oyndarfjørður á Eysturoy er ein av heilt gomlu bygdunum í Føroyum. Skrivligar keldur frá 1300-talinum vísa, at Oyndarfjørður var hampuliga stór bygd longu tá. Fólkatalið er nú 143 (í 2020). Kirkjan í Oyndarfirði er ein av gomlu trækirkjunum, ið enn standa uppi í Føroyum. Hon er frá 1838. Altartalvan í kirkjuni er málað av kenda danska listamálaranum C.W. Eckersberg (1783-1853). Innan fyri býlingin í Víkum í Oyndarfirði standa stutt frá landi tveir stórir steinar sum hava elvt til nógva hugsan, teir ridla altíð, eisini í góðum veðri. Magnus Heinasson (1548-1589) vaks upp á próstagarðinum í Garðshorni í Oyndarfirði.
Oyndarfjørður er gomul bygd, men hon er ikki nevnd í Føroyingasøgu. Bygdir, ið hava mansnavn, vera hildnar at vera landnámsbygdir, og kønir menn hava hildið, at navnið upprunaliga var Oyvindarfjørður.
Fólkatal
[rætta | rætta wikitekst]Fólkatalsbroytingar síðan 1801.
| Ár | Fólkatal |
|---|---|
| 1801 | 75 |
| 1860 | 161 |
| 1890 | 196 |
| 1925 | 221 |
| 1945 | 227 |
| 1960 | 225 |
| 1977 | 188 |
| 1985 | 178[2] |
| 1995 | 172 |
| 2005 | 182 |
| 2015 | 134 |
| 2024 | 120 |
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Hagstova.fo
- ↑ Fólkatalið fyrst í mánaðinum (Jan) - Oyndarfjørður (1985-2019)[deyð leinkja], hagstova.fo
Runavíkar kommuna | |
|---|---|
| Elduvík | Funningsfjørður | Funningur | Glyvrar | Lambareiði | Lamba | Oyndarfjørður | Rituvík | Runavík | Saltangará | Skálabotnur | Skála | Skipanes | Søldarfjørður | Æðuvík |

