Skála (bygd)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Skála (Skáli)
Skåle (danskt)
Bygd
Fótbóltsvøllurin í Skála.
Fótbóltsvøllurin í Skála.
Land  Føroyar
Sýsla Eysturoya sýsla
Oyggj Eysturoy
Kommuna Runavíkar kommuna
Íbúgvar 731 (2022)[1]
Postnummur FO-480
Markatal 40-00-00
Svanur er 5-mannafar hjá Skála Róðrarfelag

Skála er ein bygd á vestursíðuni á Skálafjørðinum í Eysturoy. Síðan 2004 er Skála partur av Runavíkar kommunu. Fólkatalið er í dag 731 (í 2022). P/F MEST er størsta arbeiðsplássið á Skála. Her eru nógv skip í føroyska flotanum bygd. Harumframt verða nógvar umvælingar gjørdar á MEST, bæði føroysk og m.a. russisk skip verða umvæld á Skála. Á hvørjum ári er bygdastevna á Skála, har fótbóltur og kappróður eru ein týðandi partur av tiltøkunum. Um summarið vitja ferðafólk í bygdini. Eitt kampingpláss er við ítróttarhøllina á Skála og her hava, umframt einstaklingar, fleiri stórir kampingbólkar vitjað síðan plássið læt upp í 2004.

Tríggir skúlar hava verið á Skála. Elsti skúlin varð bygdur í 1876. Har var bara ein skúlastova. Skúlin stóð beint uttan fyri Gjógvaráodda, men er niðurtikin. Í 1960 varð nýggjur skúli tikin í brúk við trimum skúlastovum. Seinni vórðu tríggjar stovur gjørdar afturat í kjallaranum. Í tí býgninginum hava eisini verið læknahøli og tannlæknastova. Tann skúlin varð tikin niður í 1990, tá núverandi skúli varð tikin í brúk.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Hagstova.fo


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið