Elduvík

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Elduvík
Eldevig (danskt)
Bygd
Elduvík
Elduvík
Land  Føroyar
Sýsla Eysturoya sýsla
Oyggj Eysturoy
Kommuna Runavíkar kommuna
Íbúgvar 18 (2015)[1]
Postnummur FO-478
Markatal 30-04-00
Elduvík

Elduvík er ein bygd í Eysturoy. Elduvík er gomul bygd. Fyrstu ferð, at man veit um, at bygdin er nevnd, er í Hundabrævinum frá ár 1350. Fólkatalið er 13 (2013). Bygdin verður nógv vitjað av ferðafólki. Har er sera vakurt og nógv at síggja. Vestari partur av bygdini, har kirkjan og gamli býlingurin eru, er sera hugnaligur. Áhugavert er ein túrur inn í gjónna, har lending er, og sum liggur eitt fitt petti uttan fyri bygdina. Í eystara parti av bygdini er kort sum lýsir, hvussu nógv gróthús vóru í gomlum døgum, og nøkur standa framvegis.


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Hagstova.fo
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið