Hundabrævið
Appearance
Hundabrævið er eitt bræv úr Føroyum, skrivað einaferð millum ár 1350 og 1400. Brævið snýr seg um hundahald í Føroyum, men er eisini í nútíðini blivin ein týdningarmikil kelda til at staðfesta aldurin á fleiri føroyskum bygdum. Bygdir sum á fyrsta sinni verða nevndar í Hundabrævinum eru hesar (frá norðuri til suðuroyar): Hattarvík, Kirkja, Viðareiði, Múli, Kunoy, Mikladalur, Húsar, Elduvík, Leirvík, Lambi, Nes, Skáli, Strendur, Selatrað, Oyri, Eiði, Hvalvík, Kollafjørður, Vestmanna, Saksun, Nólsoy, Koltur, Miðvágur, Sørvágur, Gásadalur, Mykines, Skálavík, Húsavík, Dalur, Skarvanes, Øravík, Porkeri, Vágur og Fámjin.[1] Fleiri av hesum bygdum kunnu vera nógv eldri, men tær eru altso hvørki nevndar í Seyðabrævinum ella Føroyingasøgu.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Heimabeiti". http://heimabeiti.fo/default.asp?menu=152. Heintað 2012-12-06.