Jump to content

Selatrað

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Selatrað
Selletræ (danskt)
Bygd
Selatrað
Selatrað
Land  Føroyar
Sýsla Eysturoya sýsla
Oyggj Eysturoy
Kommuna Sjóvar kommuna
Íbúgvar 40 (2015)[1]
Postnummur FO-497
Markatal 30-00-00

Selatrað er ein lítil bygd í Eysturoy.

Áhugavert at vitja

[rætta | rætta wikitekst]
  • Viðarlundin: Við Sandá finna vit viðarlundina. Fyrstu trøini vóru gróðursett í 1913. Viðarlundin er ógvuliga lítil og hevur bert eina gøtu. Har vaksa bæði nálatrø - fura, grannatrø, lerkatrø - og trø ið bera leyv - ahorn, bjørk og trø í Alnus-ættini.
  • Tingstaður: Vártingið í Eysturoy varð hildið á Selatrað. Tingsteinurin stendur enn og ikki langt haðani stendur ein stórur klettur í fjøruni. Staðið nevnist á Gálga og her sigst at brotsmenn vóru hongdir.
  • Kirkjan: Kirkjan er frá 1927 og er fyrsta kirkjan á staðnum. Selatraðar kirkja er fyrsta føroyska kirkjan, ið er stoypt øll sum hon er. Vígslan var triðja jóladag 1927.
  • Blásendi: Um tú fylgir vegnum frá teimum norðastu húsunum nakrar hundrað metrar finnur tú ein av Føroya vakrastu fossum. Um summari er ikki nógv vatn í ánni, men í áarføri er vatnferðin øgilig.
  • Skótadepilin: KFUM skótarnir í Føroyum hava síðani 1993 átt og rikið skótdepilin á Selatrað. Har er nógv at síggja. Milum annað bálstað við plássi til 500 fólk[2]. Eitt spælipláss til tey smærru og ein wc-bygningur, ið er opin almenninginum alt árið runt. Um summarið er tann stóra familjulegan har fólk kunna avprøva alskyns skótavirksemi.
  1. Hagstova.fo
  2. http://www.skoti.fo/selatrad/index.php?option=com_content&view=article&id=16&Itemid=27[deyð leinkja]

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]



Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 62°9′33.84″N 6°52′51.6″W / 62.1594000°N 6.881000°W / 62.1594000; -6.881000