Jump to content

Strendur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Strendur
Strænder (danskt)
Bygd
Strendur sæddar av Raktanga. Fremst síggja vit málingarvirki Stranda Máling. Eisini sæst bygdarhúsið, skúlin, missjónshúsið, læknamiðstøðin og laksavirki Viking.
Strendur sæddar av Raktanga. Fremst síggja vit málingarvirki Stranda Máling. Eisini sæst bygdarhúsið, skúlin, missjónshúsið, læknamiðstøðin og laksavirki Viking.
Land  Føroyar
Sýsla Eysturoya sýsla
Oyggj Eysturoy
Kommuna Sjóvar kommuna
Íbúgvar 785 (2015)[1]
Postnummur FO-490
Markatal 40-02-00
Við Sjógv.
Raktangi.

Strendur eru syðsta bygdin á vestara armi á Skálafirði í Eysturoy. Sjóvar kommuna fevnir um bygdirnar Strendur, Innan Glyvur, Kolbanargjógv, Morskranes og Selatrað. Í kommununi búgva 1002 fólk, harav 789 á Strondum. Í skúlanum á Strondum ganga 238 næmingar. Umframt vanligan fólkaskúla fevnir skúlin eisini um eina framhaldsdeild.

Fólkið í kommununi livir fyri stóran part av fiskiskapi og av at arbeiði í fiskiídnaðinum. Á Strondum eru seks størri fiskifør og fleiri smærri útróðrarbátar. Eitt vanligt fiskavirki er í kommununi og somuleiðis er eitt kryvjingarvirki. Har er bæði smoltaling og sjógvaling av laksi. Av øðrum ídnaðarvirkjum kunnu vit nevna grótídnað, málingavirki, spinnarí og eitt dátavirki. Í kommununi eru tveir bóndagarðar.

  • Kommunuskrivstova.
  • Læknamiðstøð.
  • Posthús.
  • Banki: Eik hevur deild á Strondum.
  • Bókasavn.
  • Matvøruhandil.
  • Bensinstøð.
  • Málingahandil.

Útbúgving og ansing

[rætta | rætta wikitekst]
  • Stranda skúli: 1-10. flokkur, næmingar í framhaldsdeildini koma úr Sjóvar kommunu, Skála, Skálabotni, Oyndarfirði og Hellunum.
  • Lítlifløttur: vøggustova og barnagarður.

Frítíð og mentan

[rætta | rætta wikitekst]

Átrúnaður

[rætta | rætta wikitekst]

Áhugavert at vitja

[rætta | rætta wikitekst]

Á Strondum er kirkja, missiónshús, bygdarhús, banki, sparikassi, og posthús. Har er læknaviðtaluhøli, sjúkrakassi og kommunuskrivstova.

  • Fjallið: lætt og skjótt at ganga niðaná (483 m). Frálíkt úsýni yvir Skálafjørð, Tangafjørð, til Nólsoyar, Streymoynna og heilt suður í Skálhøvda
  • Snældan: ullarvirkið ið selur tógv og bundin pløgg
  • Við Sjógv: elsti býlingurin og har finna vit eisini kirkjuna frá 1834. Landsvegurin er bygdur út á sjógv og hetta ger at neystini og bátarnir liggja í einum undarligum "dunnuhyli".
  • á Tanga: Raktangi er sunnasti partur av Sjóvar kommunu og er væl vitjaður av gongufólki. Her stendur eisini minnisvarði teirra sjólætnu. Hægsta punktið eitur Abbin og haðani kanst tú skima í allar ættir.
  • á Bergi: her standa leivdir av teimum barakkum og øðrum bygningum sum bretar bygdu undir seinna veraldarbardaga. Á hesum stað høvdu teir góðar umstøður at fylgja við ferðsluni inn og út av Skálafirði.

Kendir strandingar

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Hagstova.fo

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið