Skálafjørður (fjørður)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Skálafjørður, Skipanes.

Skálafjørður er longsti fjørður í Føroyum, har er kyrt og góð skipahavn. Við fjørðin eru 13 bygdir, tær eru Strendur, Innan Glyvur, Skáli, Skálafjørður, Gøtueiði, Skipanes, Søldarfjørður, Lambareiði, Glyvrar, Saltangará (Heiðarnar), Runavík, Saltnes og Toftir. Á eystursíðuni í firðinum er so nógv bygt nú, at tað er ilt at siga, hvar ein bygd endar og onnur tekur við. Innanfyri Saltnes er Runavík. Har verður fjørðurin kallaður Kongshavn, haðani og inneftir er Skálafjørðurin kyrrupláss. Innast í Skálafirði er bygdin Skálafjørður.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo