Jump to content

Poul Michelsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Poul Michelsen
Formaður í Framsókn
Í embæti
1. januar 2011  6. mars 2020
Undanmaður Flokkur stovnaður
Eftirmaður Ruth Vang
Landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Í embæti
15. september 2015  16. september 2019
Undanmaður Johan Dahl
Eftirmaður Helgi Abrahamsen
Løgtingslimur
Í embæti
8. november 1984  17. november 1990
Í embæti
19. januar 2008  6. mars 2020
Persónlig kunning
Fødd(ur) Poul Johan Sundberg Michelsen
(1944-07-22) 22. juli 1944 (aldur 81)
Tórshavn, Faroe Islands
Politiskur flokkur Fólkaflokkurin, Framsókn

Poul Johan Sundberg Michelsen (føddur 22. juli 1944 í Tórshavn), vanliga nevndur Poul Michelsen, er stovnari og fyrrverandi formaður fyri Framsókn, umframt vinnulívsmaður.[1]

Lívs- og vinnulig yrkisleið

[rætta | rætta wikitekst]

Hann hevur útbúgving í handli og vinnulívi. Í 1974 setti hann á stovn vøruhandil í hjallaranum heima hjá sær sjálvum. Vøruhandilin mennist so mikið nógv, at í 1977 varð partafelagið P/F Poul Michelsen sett á stovn. Í 2015 starvaðust 60 fólk á PM Heilsølu, har Poul Michelsen framvegis er virkin sum forstjóri.

Poul Michelsen hevur eisini verið Føroya meistari í badmintoni fleiri ár á rað.

Politisk yrkisleið

[rætta | rætta wikitekst]

Hann var býráðsformaður í Tórshavn 1980 - 1992. Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin frá 1984 til 1990 og aftur frá 2002 til 2010. Næstformaður í Løgtinginum frá 1989 til 1990. Aðalkonsul fyri Finnland í Føroyum. 11. oktober 2010 valdi Poul Michelsen at melda seg úr Fólkaflokkinum. Stutta tíð seinni, á vári 2011, stovnaði hann saman við øðrum nýggja flokkin Framsókn, ið er ein liberalur tjóðskaparflokkur. Á løgtingsvalinum 2011 varð hann valdur á ting fyri Framsókn. Flokkurin fekk tvey umboð, hin tingmaðurin var Janus Rein, sum var nýggjur í politikki. Knapt eitt ár eftir valið, valdi Janus Rein tó at taka seg úr Framsókn og gjørdist leysgangari, og fór seinni í Fòlkaflokkin. Poul Michelsen gjørdist sostatt einasti løgtingsmaður fyri Framsókn eftir 6. oktober 2012.[2] Á løgtingsvali 2015 varð Poul Michelsen valdur inn aftur á ting, við 669 persónligum atkvøðum fyri Framsókn saman við Honnu Jensen. Hin 15. september 2015 gjørdist hann landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum. Tá tók Ruth Vang sæti fyri hann. Hin 17. september 2015, tá nevndarsessirnir í Løgtinginum skuldu býtast, gjørdist Annika Olsen, sum hevði farið úr Fólkaflokkinum eina viku frammanundan, limur í Framsókn og gjørdist forkvinna í Fíggjarnevndini. Framsókn hevði harvið fingið tríggjar tinglimir á fyrsta sinni, og fyri fyrstu ferð í søgu Føroya hevði Løgtingið fingið ein flokk við meira enn einum tinglimi, sum bara vóru kvinnur.

Á løgtingsvalinum í 2019 varð hann afturvaldur við 271 persónligum atkvøðum. Eftir at heilsan fór at bila, boðaði Poul Michelsen hin 6. mars 2020 frá, at hann fór at gevast í politikki, og harvið endaði hansara nærum 50 ára langa politiska yrkisleið.

  1. "Ruth Vang tók við sum forkvinna í Framsókn 6. mars 2020, eftir at Poul Michelsen segði frá sær tingsess og formanssessin fyri sjúku." Ruth Vang, framsokn.fo
  2. Aktuelt.fo Archived 2012-12-11 at the Wayback Machine Janus Rein hevur tikið seg úr Framsókn
  • 2005 - Kraks Blå Bog

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]