Bárður Kass Nielsen
Bárður Kass Nielsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 1977 |
Starv | búskaparfrøðingur, politikari |
Politiskur flokkur | Nýtt Sjálvstýri |
Dátuheiti |
Bárður Kass Nielsen (føddur 1977) er ein føroyskur búskaparfrøðingur (civiløkonomur) og politikari (Nýtt Sjálvstýri).
Bakgrund
[rætta | rætta wikitekst]Hann er studentur frá Studentaskúlanum og HF- skeiðnum í Eysturoynni frá 1996 og er útbúgvin cand.merc. frá Handilsháskúlanum í Århus 2001-06.[1] Síðan hann varð liðugur við kandidatútbúgvingina hevur hann mest arbeitt sum fíggjarráðgevi í Bank Nordik. Hann varð valdur inn í Runavíkar býráð í 2012 og er nevndarlimur í "Skálafjarðarsamstarvinum",[2] ið er eldraøkið í økinum kring Skálafjørðin, ið eru Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur.[3] Hann situr eisini í skúlastýrinum fyri Skála skúla sum umboð fyri Runavík kommunu.[4]
Politisk lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Í 2015 stillaði hann upp til løgtingsvalið uttan at verða valdur, men stutta tíð eftir valið, tók hann sæti í Løgtinginum sum varalimur fyri formannin í Nýggjum Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, ið ikki fekk loyvi frá Klaksvíkar býráð at taka sæti í tingi og samstundis halda fram sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, hann mátti velja og valdi at halda fram sum borgarstjóri. Bárður Kass Nielsen fekk 69 persónligar atkvøður, ið er tað lægsta atkvøðutal ið nakar løgtingslimur frá valinum 2015 hevur fingið.[5] Tá ið nevndirnar vórðu býttar, varð Bárður Kass Nielsen valdur til formann í Landsstýrismálanevndini.
Løgtingsnevndir
[rætta | rætta wikitekst]- 2015- Formaður í Løgtingsins landsstýrismálanevnd
- 2015- Limur í Løgtingsins vinnunevnd[6]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ linkedin.com - Bárður Kass Nielsen
- ↑ sam.fo - ØKISTÆNASTAN HJÁ SKÁLAFJARÐARSAMSTARVINUM (Regionstjenesten for Skárafjørður Samarbejdet)
- ↑ in.fo - Mary J. í Garði skal stýra Skálafjarðarsamstarvinum Archived 2015-09-25 at the Wayback Machine, skrevet af Eirikur Lindenskov den 31. oktober 2014
- ↑ runavik.fo - Skúlastýri jan. 2013 - des. 2016
- ↑ portal.fo - Bárður Kass Nielsen á ting – Ingolf í næstu viku
- ↑ vp.fo - Soleiðis er nevndirnar mannaðar