Ingolf S. Olsen
Ingolf S. Olsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 8. jun 1963 |
Starv | reporter, politikari, fiskimaður, journalistur |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Dátuheiti |
Ingolf Sólheim Olsen (føddur 8. juni 1963)[1] er ein føroyskur journalistur, fakfelagsmaður, fiskimaður og politikari (Tjóðveldi).
Hann er útbúgvin journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole í 1994 og starvaðist í fleiri ár sum journalistur í Danmark fyrst á Herning Folkeblad og síðan Jydske Vestkysten. Eftir tað flutti hann heim aftur til Føroya og var í starvi á Dimmalætting í tvey ár, frá 2004-10 var hann í starvi hjá Kringvarpi Føroya sum tíðindamaður og kjakvertur. Síðan apríl 2010 hevur hann starvast sum blaðfólk í fríari vinnu og sum sjómaður. Hann hevur eisini tikið myndir av fiskivinnuni.[2]
Álitisstørv og politisk lívsleið[rætta | rætta wikitekst]
Ingolf S. Olsen er næstformaður í Føroysk Miðlafólk.[3] Hann stillaði upp til Løgtingsvalið 2015 uttan av verða valdur, men frá 21. september 2015 tók hann sæti í Løgtinginum sum varalimur fyri Magna Arge, ið hevur sæti í Fólkatinginum.[4]