Bjarni Kárason Petersen
| Bjarni Kárason Petersen | |
|---|---|
| Landstýrismaður í lógarmálum | |
| Í embæti 22. desember 2022 – 1. desember 2025 | |
| Løgtingslimur | |
| Núverandi | |
| Tók við starvinum 31. august 2019 | |
| Persónlig kunning | |
| Fødd(ur) | Bjarni Kárason Petersen august 14, 1994 |
| Politiskur flokkur | Framsókn |
| Børn | 2 |
Bjarni Kárason Petersen (føddur 14. august 1994) er ein føroyskur politikari, búsitandi í Havn.Hann hevur verið formaður í politiska ungmannafelagnum Framsøkin Ung síðani august 2014, men hevur verið virkin í ungmannafelagnum síðani byrjanina av 2013.
Bjarni Kárason Petersen stillaði upp til løgtingsvalið 2015 fyri Framsókn, og var við 135 atkvøðum nummar 4 á listanum. Poul Michelsen, floksformaður í Framsókn, gjørdist eftir samgongusamráðingunum landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum, og tók Ruth Vang sostatt sæti fyri hann. Bjarni Kárason Petersen var tískil varðamaður fyri flokkin, sum nummar 4 á listanum. Tann 25. novembur 2015 tók hann sum 21-ára gamal fyri fyrstu ferð sæti á tingi sum avloysari fyri Honnu Jensen, løgtingskvinnu, og gjørdist sostatt ein av teimum yngstu í Føroya søgu at taka sæti á tingi. Á løgtingsvalinum í 2019 stillaði hann upp aftur og varð hann valdur í Løgtingið á fyrsta sinni við 280 persónligum atkvøðum.
Á løgtingsvalinum í 2022 gjørdist hann nummar tvey á listanum hjá Framsókn við 355 atkvøðum. Eftir at samgonga varð skipað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, varð hann valdur til landsstýrismann í lógarmálum. Tá ið Aksel V. Johannesen, løgmaður, minkaði stjórnarráðini úr níggju niður í sjey tann 1. desember 2025, varð hann koyrdur frá, sum landsstýrismaður og tók aftur sæti á Løgtingi.
Á løgtingsvalinum í 2026 varð hann afturvaldur, við 359 persónligum atkvøðum.