Karl Heri Joensen
Appearance
| Karl Heri Joensen | |
|---|---|
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 11. nov 1955 í/á Klaksvík |
| Starv | bóndi |
| Politiskur flokkur | Nýtt Sjálvstýri |
| Dátuheiti | |
Karl Heri Joensen (f. 11. november 1955 í Klaksvík) er bóndi og fyrrverandi politikari fyri Sjálvsstýrisflokkin.
Karl Heri Joensen hevur útbúgving sum skrivstovumaður og urtagarðsmaður. Hann var býráðslimur í Klaksvíkar kommunu tíðarskeiðini 1985–1988 og 1993–2004. I 2004 tapti hann valið um eina býráðsess Sjálvstýrisflokksins við 3 atkvøðum, og stillaði ikki upp aftur í 2008.
Karl Heri Joensen var landsstýrismaður í mentanar- og samferðslumálum frá 18. januar til 22. juni 1989. Hann var seinni 1. varamaður á løgtingi fyri Asbjørn Joensen, og var fastur løgtinglimur frá 21. oktober 1993, tá Asbjørn Joensen andaðist.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 301. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)