Jump to content

Gunvør Balle

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Gunnvør Balle)
Gunvør Balle í 2012

Gunvør Balle (fødd 31. mars 1967 í Tórshavn) er ein føroyskur politikari (T) og vinnulívsfólk.

Hon gekk í Hoydølum, har hon tók prógv frá Føroya Studentaskúla í 1985. Eftir lokið studentsprógv fór hon at fjakka kring heimin í tvey ár saman við vinkonum. Síðan fór hon undir lesna í Keypmannahavn, hon fór at lesa SPRØK (búskap, enskt og franskt), og varð útbúgvin sum cand.merc. frá Handelshøjskolen i København í 1993.[1] Síðan starvaðist hon í søludeildini hjá donsku hátalarafyritøkuni Peerless í eitt ár, áðrenn hon flutti til Quatar saman við manni sínum, sum starvaðist hjá Mærsk Olie og Gas A/S. Gunvør var søluleiðari á Tórshavnar Skipasmiðju og stjóri í PAM Offshore Service 1997–2005. Í 2005 varð hon sett í starv í føroysku uttanríkisdeildini í Tinganesi. Í 2007 varð hon sett í starv sum sendikvinna Føroya í Íslandi (ambassadørur) og røkti hetta starvið í trý ár. Í 2010 var hon við til at seta á stovn P/F Atlantic Biotechnology á Oyri, har hon enn er stjóri.

Hon hevur verið limur í fleiri nevndum og ráðum, eitt nú í Framtaksgrunninum, Búskaparráðnum, Visjón 2015, Ráðnum fyri brekað, BLF og Oljuvinnufelagnum hjá Vinnuhúsinum.

Hon varð vald inn á Føroya Løgting á løgtingsvalinum í 2011 fyri Tjóðveldi. Hon var næstforkvinna í Løgtingsins mentanarnevnd og limur í sendinevnd Føroya til Útnorðurráðið. Hon stillaði ikki upp á løgtingsvalinum í 2015.

Løgtingsnevndir

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2011-2015 næstformaður í Mentanarnevndini
  1. "Tjodveldi.fo,". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-06-09. https://web.archive.org/web/20120609011209/http://tjodveldi.fo/gunv%C3%B8r_balle.aspx. Heintað 2014-02-16.