Thomas Arabo
Appearance
| Thomas Arabo | |
|---|---|
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 20. nov 1940 í/á Sørvágur |
| Starv | politikari, engineer, director |
| Politiskur flokkur | Javnaðarflokkurin |
| Dátuheiti | |
Thomas Arabo (f. 20. november 1940 í Sørvági, er sivilverkfrøðingur, fyrrverandi stjóri fyri Strandfaraskip Landsins og fyrrverandi politikari fyri Javnaðarflokkin.
Thomas Arabo varð útbúgvin skipsførari í 1965 og sivilverkfrøðingur í 1973 og var stjóri fyri Strandfaraskipum Landsins 1973-81 og 1989-91 og leiðari fyri Vestnorden samstarvinum 1981-89. Hann var nevndarformaður í Smyril Line 1986-1991.
Hann var løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin 1984-1988 og 1990-1991, og var hann landsstýrismaður í ídnaðar- og handilsmálum frá januar 1991 til januar 1993, í ídnaðar- og skúlamálum frá januar 1993 til apríl 1994, og síðani í fiskivinnu- og ídnaðarmálum til september 1994.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 257. (PDF Archived 2023-02-23 at the Wayback Machine)