Jump to content

Strandfaraskip Landsins

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Strandfaraskip Landsins
Høvuðsskrivstova Tvøroyri
Tænastuøki
Føroyar, á landi og sjógvi
Lyklapersónar
Hilmar Eliasen (stjóri)[1]
Tænastur Ferðafólkaflutningur
Farmaflutningur
Eigari Føroya Landsstýri
Heimasíða www.ssl.fo
Smyril sum kom í 2005 og tann sum varð áðrenn. Smyril røkir farleiðina millum Suðuroynna og høvuðsstaðin.
Ferðamannaskipið M/S Sildberin í Sandi. Sildberin røkir farleiðina millum Sandoynna og Skúvoy.
Másin røkti farleiðina millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy í nógv ár.
Teistin røkir farleiðina millum Streymoy (Gomlurætt) og Sandoynna (Skopun).
Ternan M/F varð bygt í 1980. Ternan siglir hvønn dag millum Havnina og Nólsoy. Fyrr hevur Ternan siglt millum Gomlurætt og Skopun og um Vestmannasund.

Strandfaraskip Landsins (eisini nevnt Strandferðslan) stendur fyri landsdekkandi flutningskervinum í Føroyum. Strandferðslan er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Tey fyrstu nógvu árini hevði stovnurin (umsitingin) bústað í Havn, men í 2007 avgjørdi táverandi landstýrismaðurin sum varðaði av stovninum, Jacob Vestergaard, at flyta stovnin til Suðuroyar. Strandferðslan flutti inn í fyrrverandi smiðjuna á Tvøroyri, sum var blivin umvæld til endamálið, 14. januar 2008.[2] Tað var stór ónøgd norðanfjørðs um flytingina, serliga hjá strarvsfólkunum, sum ikki sóu seg før fyri at flyta suður við. Ónøgdin stóðst eisini av mátanum, ið starvsfólkini fingu kunningina um hesa stóru avgerð, tí hana náddu tey ikki at fáa frá leiðsluni men hoyrdu tað frá fjølmiðlunum. Í Suðuroynni fegnaðust fólk hinvegin um at fáa fleiri arbeiðspláss til oynna. Tá avtornaði flutti bara táverandi stjórin, Regin Vágadal, við suður, eitt av starvsfólkunum í umsitingini heilt tó fram í sínum starvi, men røkti tað úr høvuðsstaðnum. Áðrenn stovnurin flutti suður fingu starvsfólkini hoyringsskriv um ætlaðu flytingina og fingu í boði at flyta við suður ella at verða søgd úr starvi. So við og við vóru nýggj fólk sett í starv í staðin fyri tey sum vóru í størvum har fyrr. Nøkur fingu starv har, meðan stovnurin enn var í Havn, nakrir mánaðir áðrenn umsitingin flutti suður, meðan onnur byrjaðu í starvinum eftir at stovnurin var fluttur suður.

Virksemið er skipað í tvær deildir:

  • Oyggjaleiðir taka sær av sjóvegis flutningi millum oyggjarnar við størri og smærri ferjum
  • Bygdaleiðir taka sær av ferðafólkaflutningi yvir land við bussum

Ein triðja deild var Farmaleiðir, ið tók sær av farmaflutningi um alt landið, men henda deild varð einskild í 2005. Fyrst hevði Strandferðslan samstarv við Samskip. Men í 2006 var deildin Farmaleiðir seld. Strandferðslan helt uppat at veita hesa tænastu frá 1. apríl 2006, tá P/F Heri Thomsen tók yvir. Tó hevði Strandferðslan nøkur undantøk, avmarkaður vøruflutningur helt fram millum hesi øki:

  • Stykkjagóðs og fiskaflutningur ímillum farmahølið í Tórshavn og farmahølið á Tvøroyri
  • Stykkjagóðs millum Klaksvík og bygdirnar á Kalsoy, Svínoy og Fugloy
  • Stykkjagóðs (og lutvíst fiskaflutningur) millum farmahølið í Tórshavn og Hest, bygdirnar á Sandoy og Skúvoy.[3]

Eftir at Farmaleiðir bleiv einskilt, tóku privatar fyritøkur yvir har ið tað loysti seg. Har ið tað ikki loysti seg, eru tað ferðamannaskipini hjá Strandferðsluni ið røkja uppgávuna. Strandferðslan flytir sostatt farm millum oyggjarnar, har tað ikki er landfast. Av og á er tað orsøk til at t.d. ein stór ferja sum Smyril, ið annars tekur 200 bilar ikki fær pláss fyri so nógvum bilum, og ávísar dagar kemur tað fyri, at bilar standa eftir á kaiini. Hetta kemur eisini fyri á Sandoyarleiðini, men har er trupulleikin ikki bert farmur men eisini at tørvurin á at flyta vanligar persónbilar er størri enn skipið rúmar, serliga tá fólk eru á veg til arbeiðis ella frá arbeiði og tá t.d. jarðarferðir eru.

Strandferðslan eigur ferðamannaskip, sum røkta sjóvegis farleiðirnar til oyggjar, sum ikki hava fast samband við meginlandið. Tó eru oyggar sum bert hava loftvegis samband, tað eru Koltur og Stóra Dímun. Mykinesleiðin verður ikki røkt av skipi, ið Strandferðslan eigur. Strandferðslan bjóðar Mykinesleiðina út til privatar at røkja annað til triðja hvørt ár. Í 2012 eru tað bátarnir M/B Silja Star og M/B Froyur, sum røkja farleiðina, men bert um summarið frá 1. mai til 31. august og møguliga eisini í heystfrítíðini, um viðrar.[4]

Fyrrverandi ferðamannaskip hjá Strandferðsluni

[rætta | rætta wikitekst]
Ein av bussunum hjá Bygdaleiðum. Strandferðslan ger sáttmála við privatar busseigarar um at røkjta tær ymisku leiðirnar.

Stjórar á Strandferðsluni

[rætta | rætta wikitekst]

Yvirlitið er ikki fullfíggjað

  • 1. juni 2014 - Hilmar Eliasen
  • 13. januar 2014 - Regin I. Jakobsen settur sum fyribils stjóri, virkandi stjóri til 31. mai 2014.
  • 18. desember 2013 - fyribilssettur stjóri í tríggjar vikur Hans Jóhannes á Brúgv, meðan Bogi Mortensen var sjúkrameldaður[6]
  • 1. februar 2009 - Bogi Mortensen 13. januar 2014
  • 1. mai 2008 - 31. jan. 2009 Dánjal Andreasen
  • 19. nov. 2007 - 30. apr. 2008 - Jákup Danielsen
  • 1. mai 2007 - 19. nov. 2007 - Regin Vágadal[7]
  • sep. 2006 - 30. apríl 2007 - Niels Juel Arge (yngri)
  • 1. januar 2003 - sep. 2006 - Kristian Davidsen[8]
  • 13. jan. 1997 - 31. des. 2002 - Reidar Nónfjall[9]
  • okt. 1996 - jan. 1997 - Erling í Liða
  • des. 1994 - okt. 1996 - Thomas Arabo
  • des. 1992 - des. 1994 - Thomas Magnussen
  • 1991 - des. 1992 - Johan Restorff Jacobsen
  • 1989 - 1991 - Thomas Arabo
  • 1981 - 1989 - Johan Restorff Jacobsen
  • 1973 - 1981 - Thomas Arabo
  • ca. 1965 - 1974 - Johan Restorff Jacobsen
  • Frá fyrst í 1960-árunum - ca. 1965 - Dánjal Danielsen
  • Borghild Schrøder, kona Evensen tekur við og er administrator fram til mitt í 1960-unum
  • Frá umleið 1920 er Eivind Evensen "administrator" til hann doyr.
  • Í 1917 yvirtekur tað almenna Smyril (Smiril) frá Mortensen brøðrunum á Tvøroyri

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Leiðsla Archived 2019-05-30 at the Wayback Machine, ssl.fo
  2. ssl.fo, Ársroknskapur 2008 (pdf-fíla), síða 3[deyð leinkja]
  3. SSL.fo, Farmaleiðir seldar
  4. "SSL.fo, Oyggjaleiðir, Mykines - Sørvágur". http://ssl.fo/Default.asp?sida=2959. Heintað 2012-09-15. 
  5. "Ssl.fo, M/F Smyril". http://ssl.fo/Default.asp?sida=2982. Heintað 2013-12-20. 
  6. "in.fo, Johan Dahl vísir øllum skuldsetingum aftur". http://www.in.fo/news-detail/news/johan-dahl-visir-oellum-skuldsetingum-aftur/. Heintað 2013-12-20. 
  7. ssl.fo, Regin nýggjur stjóri á Strandfaraskipum Landsins
  8. ssl.fo, Nýggjur stjóri á Strandfaraskipum Landsins
  9. samband.fo, Reidar Nónfjall

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið