Tjørnuvík
Tjørnuvík | |
Tjørnevig (danskt) | |
Bygd | |
Tjørnuvík
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Streymoya sýsla |
Oyggj | Streymoy |
Kommuna | Sunda kommuna |
Íbúgvar | 54 (2015)[1] |
Postnummur | FO-445 |
Markatal | 24-00-00 |
|
Tjørnuvík (danskt: Tjørnevig) er ein bygd í Streymoy. Útgrevstrar hava prógvað, at Tjørnuvík telist millum elstu bygdirnar í landinum. Her eru funnar leivdir frá víkingatíð og eins og í fleiri av elstu búsetingunum í landinum sæst, at tað ikki var so umráðandi, at talan var um kyrrupláss. Heldur var umráðandi, at lendisviðurskiftini vóru góð til velting og at ein góð matará rann framvið.
Markatalið í Tjørnuvík er 24, býtt í tríggjar hagapartar: Norðan Kamb (12 merkur), Heiman Kamb (8 merkur) og Fyri Sunnan (4 merkur).
Norðanfyri er Tjørnuvíksstakkur, har tjørnuvíkingar hava seyð gangandi. Nakrir ferðir á hvørjum sumri verður skipað fyri ferð við tráðbananum út á Stakkin. Eisini Sjeyndir, sum er norðasta víkin á Streymoynni, eru eina útferð verdar.
Tjørnuvík hoyrir til mest vitjaðu ferðamálini í landinum. Bygdin og landslagið kring hana er serliga vakurt við útsýni út í Flógvan og til Risan og Kellingina. Í summarhálvuni er tískil vanliga nógv ferðafólk í bygdini.
Í Tjørnuvík finst bygdahús, sum er karmur um felagstiltøkini í bygdini.
Fólkatalið í bygdini hevur havt ilt við at halda tørn við menningina í landinum sum heild, men tað er tó støðugt – um tey sjeyti. Skúli er í Tjørnuvík við 6 næmingum.
Upprunaliga er Tjørnuvík gomul kirkjubygd, bæði hjá Haldórsvík og Saksun, men stutt eftir at kirkjan í Haldórsvík var bygd í 1856, var kirkjan í Tjørnuvík tikin niður og ein partur av henni fluttur til Saksunar. Helst var orsøkin, at Haldórsvík stóð í vøksti um hetta mundið. Útróðurin vant uppá seg, og her vóru umstøðurnar betri í Haldórsvík. Ikki fyrr enn í 1937 varð kirkjugongd hildin aftur í Tjørnuvík.
Tjørnuvík var trettandabygd.
Eplavelting
[rætta | rætta wikitekst]Í 1797 býttu tjørnuvíkingar sandin millum sín at velta epli og røtur í. Garðar vórðu laðaðir millum stykkini, og bæði veltur og garðar síggjast enn.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Eplaveltur í Tjørnuvík. Í: Mondul nr. 1/1983.
Sunda kommuna |
---|
Gjógv | Haldórsvík | Hósvík | Hvalvík | Langasandur | Nesvík | Norðskáli | Oyrarbakki | Oyri | Saksun | Streymnes | Tjørnuvík |