Tjørnuvíksstakkur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Tjørnuvíksstakkur (eisini róptur Stakkurin) er ein 133 metra høgur stakkur norðanfyri bygdina Tjørnuvík, sum er norðasta bygd á Streymoynni. Siðbundni túrurin út á Tjørnuvíkstakk verður fyriskipaður einaferð um árið, um heystið, og tað verður lagt nógv uppí henda dagin. Hesin dagurin, er vorðin ein siður fyri tjørnuvíkingar, men tað eru ikki bert tjørnuvíkingar við á túrinum, tað koma fleiri fólk úr øðrum bygdum, og eisini ferðafólk úr øðrum londum. Tað eina ári vóru umleið 200 fólk við á túrinum. Túrin er helst vikuskifti nærmast 20. september. Í nýggjari tíð verða stuttleikaferðir út í Stakkin eisini fyriskipaðar av og á.[1]

Í dag er lætt at koma yvir um á Stakkin, tí tað er gjørdur ein kassi, sum hongur á tveimum rennistrongum, og verður drigin við einum eftirstjóra av monnunum, sum eru við á túrinum. Tá aftur verður komið oman í bygdina, hevur bygdafólkið borðreitt við frálíkum breyði við føroyskum viðskera, inni í bygdahúsinum, til fólkið, sum hevur verið við á túrinum.

Stakkurin er 133 m høgur, hann var ikki lættur at søkja fyrr, tí tað var so ringt at koma upp á hann. Seinni settu teir jarnringar fastar í hann, og tá gekst betur at sleppa upp. Nú tá rennistrongur er lagdur út á Stakkin, ferðast teir frá hond aftur og fram tvørtur um Stakksund. Fyrsti strongurin kom í 1937.

Húsið í Stakkinum[rætta | rætta wikitekst]

Tað hava verið tvey hús á Stakkinum. Tað fyrra var bygt síðst í 40'unum, men feyk í illveðri. Húsið, sum veður brúkt í dag, varð bygt fyrst í 1970'unum. Húsið hevur verið sera hent, bæði til lundafleyg, og tá farið verður út á Stakkin til annað endamál. Húsið er umleið fýra ferðir fimm metrar í einari hædd; seks koyggjur eru í húsinum, og øll neyðug útgerð til matgerð er eisini í húsinum. Á sumri í 1993 varð nýggi strongurin lagdur. Og saman við honum og nýggja kassanum hava tjørnuvíkingar havt møguleikan fyri at víst einari mongd av vitjandi út í Stakkin á útferðunum, sum skipað hevur verið fyri.

Seyðahald og fulgaveiða í Stakkinum[rætta | rætta wikitekst]

Tað, sum Stakkurin óivað er best kendur fyri, er seyðurin, ið gongur har úti, og sum verður seldur á uppboði, har avkastið fer til vælgerandi endamál.

Áðrenn strongur kom, bleiv seyðurin hivaður upp og sleptur upp á Stakkin. Teir seyðirnir, kundu ganga í fleiri ár, áðrenn teir vóru tiknir aftur, tí ringt var at koma eftir teimum. Tá strongur kom, lá betur fyri. Seyðurin verður ikki sleptur út á hvørjum ári. Á fundi, ið var hildin í bygdahúsinum tann áttanda apríl 1993, varð samtykt, at seyður skuldi sleppast út á Stakkin tvey ár á rað, men síðan skuldi hann friðast tað triðja. Triðja árið verða bert hornaseyðir sleptir út.

Stakkurin hevur verið sera hentur fyri tjørnuvíkingar. Serliga hevur tað verið fuglaveiðan, sum hevur havt nakað at siga. Talan er um lunda og havhest. Fyri nøkrum árum síðani, mundi tað vera vanligt at fáa upp til 20.000 til 30.000 lundar í eitt ár. Men hetta er minkað nógv.

Tað besta árið í nýggjari tíð var í 1982, tá 5.051 fuglar vóru veiddir í 13 dagar, í meðal 388 fuglar um dagin. Ringast var í 1988, tá einans 34 fuglar vóru veiddir í fimm dagar; 5 fuglar um dagin. Hetta hildu tjørnuvíkingar vera sera óheppið, og okkurt mátti gerast. Semja var um at friða Stakkin í tvey til trý ár fyri lundafleyg og seyðahald. Men tað var óivað ikki hetta, ið var orsøkin til at ongin lundi var, tí tað var yvirhøvur allastaðni, at lundin var í minking.

Í bókini "Úr Bjargasøguni" eftir Arna Nørrevang verður nevnt, at tjørnuvíkingar vóru í royting í Stakkinum; hetta var í 1776. Hendan ferðin endaði syrgiliga, tí her læt ein maður lív, og hetta er einasti maður, sum fólk vita um, sum hevur latið lív á staksferð.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Faroeislands.dk, Tjørnuvík
  2. Úr bjargasøguni, bók eftir Arna Nørrevang