Havhestur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Havhestur, Náti


Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Procellariiformes
Ætt: Procellariidae
Slekt: Fulmarus
Stephens og Shaw, 1826
Slag: F. glacialis

Havhestur ella (á suðuroyarmáli) náti (frøðiheiti - Fulmarus glacialis) er sjófuglur. Havhestur átti á fyrsta sinni í Føroyum í 1839 og síðani tá er talið voksið nógv, heili 600 000 pør eru tey í tali í dag [1]. Havhestur er ein sera stórur fuglur og sæst næstan alt árið, hann kemur her miðan januar og sæst í øllum bjørgum í Føroyum og fer so longur suður tíðliga í septembur. Hann er 45-50 cm til longdar, og longdin á báðum veingjunum tilsamans er 102-112 cm og vigar gott 800 g. Etur fisk, krabbadýr og slógv, og kan blíva gott 40 ár. Havhestur verpur egg í mai, hann verpur 1 egg og passar tað í 52-53 dagar, og tá ið pisan er útkomin, verður hon passað í einar 49 dagar.

Fyrstu fer vit hava lisið um at havhestur er brúktur var í 1862, tá ið H. C. Müller skrivaði "Nu derimod bygger den i temmelig og stedse stigende Mængde paa 3 forskjellife Steder paa Öerne og udbreder sig også til nye Ynglesteder, saasom til Myggenæsholm og Troldhoved, hvor den har indfundet sig i de sidste to til tre Aar", eisini skrivaði hann : "Den fanges ikke, da Kjödet ikke spises, og Fjerene formedelst deres störke Lugt ere ubrugelige. Man er dog nu begyndt ar benytte Ungen ligesom Lujren".

Hátturin at fanga gamlan havhest er onki broyttur øll árini, og amboðini eru næstan øll eisini líka, sum tá ið vit fleyga ella fara eftir øðrum fugli. Man fer bara eftir havhesti um veturin, tí tá er hann feitast, leskiligast og eisini er einki annað feskt at fáa um ta tíð. Mest vanligt er at fara eftir pisunum hjá havhesti. Teir fara eftir havhesti um 18. august, tí tað er beint áðrenn pisan fer úr reiðrinum, tá fara um fimm manns við bandi og togi til eitt berg, og so blívur ein maður loraður niður við togi til havhestareiðurini og har hann tekur havhestapisur.

Tá hann so hevur fingið um 30 havhestapisur, og vissi teir eru nógvir taka teir um 50 havhestapisur hvørja fer, blívur hann loraður upp og verður so koyrdur omanaftur, og tekur so meira havhestapisur.

Men eisini ber til at fara eftir havhesti við báti, men tað er um seinast í august og fyrst í september, og tá ið teir so koma í nánd við ein havhest, rættir ein maður glúpin út og roynur at fáa ein havhest í netið á glúpinum, síðani kippur ein maður havhestin, so at hann doyr sum skjótast, og tekur so høvdi av havhestinum og koyrur hann í ein kassa við neti í, so at blóði kann renna frá. Tá ið teir so koma heim, vera havhestarnir síðani royttir, kruvdir og saltaðir ella frystir, alt eftir hvussu man vil hava teir, og eru so klárir til at eta, og tað sum ikki verður eti brúka man so til agn.

Ikki fyrr enn seint í seinnu øld byrjaði man at taka egg, tí fólk meintu, at havhestur spýði á eggið tá tað kom út, men í dag er tað meira vanligt at eta havhestaegg. Onkur meinar at havhestaegg smakka líka sum høsnaregg ella dunnuegg. Ymiskt er hvussu nógvar havhestar man fær, men vanligt er um eini 100, og kanningar visa av vit drapa í miðal 150 000 havhestar um árið.

Havhestasjúkan[rætta | rætta wikitekst]

Útbreiðsluøki.
Fulmarus glacialis

Nógv fólk doyði fyrst í 1900-talinum av einari ókendari sjúku, onkur trúði so at henda sjúka kom av hoyggjingini, so tey kallaðu hana septembursjúkan. Men so í tíðarskeiðinum 1927 til 1934 var ein danskur lækni, sum æt Arthur Asser Rasmussen, í Føroyum at granska hesa sjúku, og í 1934 fann hann útav, at havhestur hevði eina deyðiliga bakteriu, og henda bakteria hevði skyldina í, at septembursjúkan ella nú nevnd havhestasjúkan var komin til Føroyar. Av hesum bleiv tað sett forboð í Føroyum fyri havhestaveiðu í 1936, men seinni tá heilivágur kom, bleiv loyvi aftur at veiða havhest.

Kanningar vísa, at henda bakteria er sera útbreidd enn, tí tey hava kannað 100 000 havhestar, og heili 10 % av teimum høvdu bakteriuna, men henda sjúkan er sera nógv fyribyrgd í dag, tí tann veiddi havhesturin verður vaskaður val og kannaður. Seinni fann man so útav, at onnur fuglasløg eisini høvdu líknandi sjúkur, so hon bliv kalla ornitosis, sum kann fyribyrgjast, sum nevnt fyrr, við heilivági.

Eisini verða havhestar kannaðir fyri, hvussu nógv tungmetal og annað er í teimum, hesar kanningar fara fram í Nólsoy, og kanningar visa at havhestar eisini sum grind, fáa meir og meir av hesum farligu tungmetalunum, so sum kviksilvur og cadmium. Eisini vísa kanningar, at havhestur kann koma við tí farligu bakteriuni Chlamydia psittaci, sum útbreiður havhestasjúkuna (psittacosis), eisini vístu kanningarnar at havhestasjúkan er sera farlig fyri konur sum eru uppá vegin. Men tó er hetta ikki bara havhestur sum kemur við hesi bakteriuni.

Hvussu nógvir havhestar í eru kannaðir Kannað í Kyksilvur

(í g)

Cadmium

(í g)

Blýggj

(í g)

Kopar

(í g)

Óbúnir og búnir havhestar 1998 25 Livur 2,66 8,55 0,02 3,89
Min

max

Livur

Livur

2,22

3,14

6,28

9,83

0,02

0,02

3,49

4,44

Óbúnir og búnir havhestar 1998 25 Vøddar 0,33 0,32 0,02 3,60
Min

max

Vøddar

Vøddar

0,26

0,44

0,22

0,41

0,02

0,02

3,35

3,81

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.ngs.fo/Default.aspx?ID=9492[deyð leinkja]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið