Sjófuglar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Sjófuglar eru fuglar, sum finna meginpartin av teirra føði í sjónum og teir eru tí ein partur av havvistskipanunum.

Sjófuglar eru ikki serstakt fuglaslag, men ymiskir fuglar. Allir eiga teir nær sjónum, á hellum, bergi, í urðum ella vallbergi. Flestir eru fitjufuglar, vatn rínur ikki við teir, og hvast hava teir nevið at taka fisk. Nógvir sjófuglar eiga í Føroyum, til dømis lomvigi og álka, ið nógv hava verið veiddir, men eru nú friðaðir. Teir hava smáar veingir. Aðrir sjófuglar, til dømis skrápur ella súlukongur, hava smalar, langar veingir og kunnu sveima leingi á flogi.

Kjógvi og mási eru ránskendir sjófuglar, teir eta egg, pisur og ræ og annars alt, sum fyri nevið kemur. Kjógvi jagstrar fugl á flogi og noyðir hann at sleppa fonginum, sum hann so loftar í flognum. Súla stoytir seg 30 m. eftir fiski. Pingvin fær ikki flogið, men svimur óføra væl við veingjunum, tá hon veiðir fisk. Lundin eigur holum í vallbergi, hann tekur mest smáa sild. Lundin fær borið 20-25 sildir í nevinum. Sildberin flýgur so heim í lundalandið til pisuna í holuni í vallberginum.

Hóast 71 prosent av jarðarflatanum er hav, eru bara 3 prosent av heimsins fuglasløgum sjófuglur. Tað er lætt at meta um støðuna hjá sjófugli í mun til onnur djór í havinum, og tí verður støðan hjá sjófugli ofta nýtt sum ein ábending um, hvussu tað stendur til í havumhvørvinum. Teir flestu sjófuglarnir liva mestu tíðina á sjónum og koma bert upp á land í bútíðini, tá ið teir verpa og ala pisurnar.

Í Føroyum er heilt nógvur sjófuglur, tí her er nógv føði í sjónum. Men nøkur av fuglasløgunum, sum allarmest eru til av í Føroyum, er júst sjófuglur. Til dømis eru 600.000 pør av havhesti, sum er tann vanligasti sjófuglurin hjá okkum, meðan tað einans eru 10.000 pør av tjøldrum, sum er tann vanligasti heiðafuglurin. Í Føroyum eiga 21 sløg av sjófugli, og mett verður, at samlaða talið av pørum er slakar tvær milliónir. Tá ungfuglurin er taldur við, er samlaða talið um 6 milliónir fuglar.

Sjófuglur er fitjufuglur. Soleiðis verður fuglurin nevndur, tí hann hevur fitjur. Fitjur eru húð, sum er millum tærnar. Fitjur gera fótin góðan at svimja við. Sjófuglur livir av fiski, smáum krabbadýrum og høgguslokki. Hann etur mest av nebbasild, men eisini hvítingsbróður, brisling, sild, makrel og seið. Ymiskt er, hvussu sjófuglur fær fatur á føðini. Summir fuglar kunnu ikki kava, til dømis havhestur, drunnhvíti og rita. Teir liva av tí, sum er í vatnskorpuni og beint undir vatnskorpuni. Terna, skrápur og súla stoyta seg niður í sjógvin, og eitt nú lundi og lomvigi kava djúpt niður og nýta veingirnar at svimja við.

Tað er ymiskt, hvussu fuglarnir reiðrast. Á sumri er nógv fuglalív í bjørgum, á hellum og í bakka. Fuglarnir eru her, tí her er gott og trygt at reiðrast. Lundi grevur sær holur ovast uppi í bakkanum. Rita klínir sær reiður fast í bergið, og lomvigi og álka verpa á bera hellu. Niðast í berginum reiðrast skarvur og teisti. So skjótt ungarnir eru floygdir, minkar fuglurin í bjørgunum og flýgur út á hav.

Vit veiða so at siga bara sjófugl. Fyrr var tað mest lundi og lomvigi, sum varð veiddur. Nú verður mest veitt av havhesti, okkara vanligasta sjófugli. Um vit veiða ov nógvan fugl, kann stovnurin koma í vanda. Tí er ein lóg um fuglaveiðu. Til dømis er als ikki loyvt at veiða æðu, og álka kann bert skjótast frá 1. oktober til 20. januar.