Kjógvi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kjógvi
Arcticskua2.jpg
Støða
Status iucn3.1 LC.svg
Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Røð: Charadriiformes
Familja: Stercorariidae
Ætt: Stercorarius
Slag: S. parasiticus

Kjógvi (frøðiheiti - Stercorarius parasiticus) er nakað størri enn tjaldur. Flestu eru bara brúnir, men summir eru búkhvítir, teir eru kallaðir hvítkjógvar. Báðir eru tó sama slagið. Stundum eru tveir makar báðir brúnir, stundum er annar brúnur og hin hvítkjógvi, og stundum eru báðir hvítkjógvar. Kemur fólk um vegir, har sum hann eigur, kastar hann seg niður á vøllin og lemjir seg, sum hann skuldi verið veingjabrotin; koma tey nærri at reiðrinum, flýgur hann í loft og skjýtur seg við ferð niður yvir tey, til at sláa tey við veingjunum. Hann ger sær reiðrið har, sum væl av øðrum fugli eigur um vegir, tí hann etur bæði egg og ungar og er yvirhøvur ein ræðuligur ránskroppur. Mýrisnipu skjýtur hann seg niður á, sum hon liggur á reiðrinum, og tað so hart, at sleppur hon sær ikki undan, so verður hon ryggbrotin. Snúiligur er hann í lofti, so flestu hagafuglar noyðast at lúta fyri honum; men spógvin er enn snúiligari, og tuskar hann av, til hann má dvína. Úti á sjónum eltir hann ritu, berjir hana við veingjum og nevi, til hon má spýggja upp tann matin, hon hevur í kjósini, og tað loftar hann so og svølgir. Hann verpur 2 ella 3 brúnlig ella grønlig egg við dimmum blettum og vermir ½4ðu til 4 vikur. Ungarnir eru fyrst morgráir, brúnflekkutir, tá ið teir eru floygdir. Úr sama reiðri koma stundum ein hvítkjógvi og ein dimmur. Um veturin fer hann suður at heitum londum og heldur seg har úti á opnum havi.[1]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið