Mikkjal á Ryggi
| Mikkjal á Ryggi | |
|---|---|
![]() | |
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 17. okt 1879 í/á Miðvágur |
| Andaðist | 20. okt 1956 í/á Tórshavn |
| Starv | høvundur, yrkjari, lærari, politikari |
| Politiskur flokkur | Nýtt Sjálvstýri |
| Foreldur | faðir Dánjal Pauli Michelsen |
| Dátuheiti | |
| ISNI | 000000003577949X |
| VIAF | 41110214 |
| LCAuth | n96075882 |
| Commons | Mikkjal á Ryggi |
Mikkjal Dánjalsson á Ryggi (f. 17. oktober 1879 - d. 20. oktober 1956 í Tórshavn) var lærari búsitandi í Gásadali. Foreldur: Dánjal Pauli Michelsen og Maren Margrethe Petersen (1856-1897). Hann varð føddur í Miðvági. Sum ungur fór hann tveir vetrar til Danmarkar á fólkaháskúla. Hóast hann ikki var læraralærdur, starvaðist hann í mong ár sum lærari. Hann var virkin í politikki, bæði í sóknarstýrinum og í løgtinginum, har hann umboðaði Sjálvstýrisflokkin í 1920-árunum.
Rithøvundastarv hansara fevndi millum annað um yrkingar, sálmaskaldskap, bygdarsøgu og skúlabøkur. Hann var okkara ídnasta sálmaskald. Hann skrivaði fyrstu føroysku bygdarsøguna. Hann lýsti arbeiðslívið bæði á sjógvi og landi. Hansara tokki til náttúruna sást aftur í skúlabókum um dýra og fuglalívið – umframt í hansara landalæru og í sálmum hansara og sangum yvirhøvur. Yrkingin "Lítla hara" stóð í savninum „Yrkingar,“ sum kom út í 1954.
Álitisstørv
[rætta | rætta wikitekst]- 1924 - 1928 Løgtingslimur (Sjálvstýrisflokkurin).
- 1930 - 1934 formaður í Føroya Lærarafelag.
Útgivið
[rætta | rætta wikitekst]Kelda
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 - Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 345 (PDF-Download Archived 2006-09-27 at the Wayback Machine)
- Føroyskir Sangtekstir Archived 2016-02-14 at the Wayback Machine
- Mikkjal Dánjalsson á Ryggi, stamps.fo
