Jump to content

Pingvin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Pingvin er fuglur, men hon flýgur ikki. Hon stetlar spakuliga á landi, men svimur skjótt í sjónum.

Pingvin (frøðiheiti - Pingvinus sp.; da. Pingvin) er ikki so ólík gorfugli í útsjónd. Nógv eru sløgini, størri og smærri, men øll eru tey minni enn gorfuglur. Fjaðrarnar eru avbara stuttar, eisini á veingjunum, so teir eru heilt ónýttir til at flúgva við, meira líkir bøkslum enn veingjum. Tær liva í meingi suðuri í kaldasta Íshavinum. Mest halda tær seg á sjónum, men fara stundum upp á ísin at spáka. Flestu av teimum hava ikki sæð fólk, og koma skipsmenn á land, so fara tær tætt til teirra at forvitnast. Taka teir tá í veingin á teimum, lata tær seg vinaliga leiða. Ungarnir eru lættir at ala, teir gerast sera alsknir, og summir elta eigarmannin sum hundar.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið