Nesvík

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Nesvík
Nesvig (danskt)
Bygd
Nesvík
Nesvík
Land  Føroyar
Sýsla Streymoya sýsla
Oyggj Streymoy
Kommuna Sunda kommuna
Íbúgvar 1 (2015)[1]
Postnummur FO-437
Markatal -

Nesvík er ein niðursetubygd í Streymoy. Norðri við Streymin er bygdin Nesvík. Har, millum Eysturoynna og Streymoynna sigst at vera besti hvalvágur í Føroyum.

Leguhúsið í Nesvík[rætta | rætta wikitekst]

Heimamissiónin eigur eitt leguhús í Nesvík. Tað var vígt í 1993. Leguhúsið í Nesvík er nógv umbiðið, serliga um vikuskiftini. Men tað eru eisini møguleikar at leiga húsið mitt í viku. Høvuðstiltakið í Leguhúsinum í Nesvík er summarlegurnar, sum eru frá seinast í juni og nakað inn í august. Men annars verður húsið brúkt so at siga hvørt vikuskifti alt árið til legur av ymsum slag, sum til dømis familjulegur, ungdómslegur og bygdalegur, ið eru sera væl umtóktar. Í 2013 er ætlanin at útbyggja fyri umleið 25 milliónir, ætlanin er at byggja ein bygning afturat í tveimum hæddum.[2]

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Hagstova.fo
  2. Kringvarp.fo
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið