Haldórsvík

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Haldórsvík (Haldarsvík)
Haldersvig (danskt)
Bygd
Haldórsvík.
Haldórsvík.
Land  Føroyar
Sýsla Streymoya sýsla
Oyggj Streymoy
Kommuna Sunda kommuna
Íbúgvar 124 (2015)[1]
Postnummur FO-440
Markatal 12-00-00
Haldarsvik on Faroe map.png

Haldarsvík ella Haldórsvík [2], eisini nevnd Vík, er ein bygd í Streymoy. Tá tú kemur til Haldórsvíkar sæst, at her liggur nógv stríð og knoss aftanfyri teir teigar, sum bygdamenninir hava velt niðan fjallasíðuna. So bratt er, at grótbakkar eru lagaðar so hvørt, sum teir hava vunnið niðaná. Fáar bygdir munnu hava havt so truplar umstøður at fáa dyrkað lendi. Til bygdina hoyra fýra hagapartar, ið tilsamans eru 12 merkur. Norðan Á (2 merkur og 8 gyllin), Byrgið (4 merkur), Sunnan Fossá (2 merkur og 8 gyllin) og Langasandshagi (3 merkur).

Fólkatalið í Haldórsvík vaks munandi, tá fiskivinnan vant uppá seg í seinnu helvt av 19. øld. Bygdin liggur væl fyri í mun til Norðhavið, so útróðurin fekk stóran týdning. Handil kom tíðliga til bygdina, og ymiskt annað vinnuligt virksemi fylgdi honum. Henda støða helt sær, til miðsavnanin í landinum av álvara fór at gera vart við seg.

Í 1970-árunum var nógv gjørt við at bøta um havnaviðurskiftini, og at seta á stovn flakavirki, so bygdin kundi fylgja við samfelagsmenningini. Hetta eydnaðist rættiliga væl, fitt av arbeiðsplássum kom burturúr, og hóast rákið innan fiskivinnuna á landi hevur verið at savna virkini saman í størri eindir, er fiskavirkið í Haldórsvík – nú nøkur eigaraskifti hava verið – framvegis sjálvstøðugt.

Í Haldórsvík finna vit sjáldsamu áttahyrntu kirkjuna, sum tann einasta av sínum slagi í Føroyum. Hon varð bygd við fyrimynd eftir kirkju á Frederiksberg í 1856 – sama ár sum Kongaligi einahandilin var avtikin – og umbygd í 1932. Torbjørn Olsen málaði í 1996 forvitnisliga og nýskapandi altartalvu til kirkjuna, sum kom í staðin fyri ta gomlu. Myndevnið er seinasta kvøldmáltíðin, og andlitini við borðið tykjast rættiliga kend manna millum í Føroyum.

Í Haldórsvík ganga børnini í skúla til og við 7. skúlaár, og síðan fara tey í framhaldsdeildina á Oyrarbakka. Í skúlanum Á Bø ganga 20 børn. Ein partur av teimum koma úr grannabygdini, Langasandi.

Fólkatalið liggur um tey hálvtannaðhundrað. Haldarsvík var nýggjársbygd. Hagar komu fólk fyrr úr grannabygdunum at vitja og dansa á nýggjárinum.

Fossurin í Fossá nærhendis Haldórsvík er ein tann hægsti fossurin í Føroyum.[3]

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Hagstova.fo
  2. http://us.fo/Default.aspx?ID=10640&Action=1&NewsId=3423&currentPage=2&PID=23297
  3. http://visitfaroeislands.com/content/uploads/2016/10/tg17_dk.pdf (Síða 28)
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið