Langasandur
Langasandur | |
Langesand (danskt) | |
Bygd | |
Langasandur med dens strand
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Streymoya sýsla |
Oyggj | Streymoy |
Kommuna | Sunda kommuna |
Íbúgvar | 39 (2015)[1] |
Postnummur | FO-438 |
Markatal | - |
|
Langasandur er ein niðursetubygd í Streymoy. Fyrstu fólkini settu seg niður á Langasandi, tá bóndin Á Bø í Haldórsvík, Joen Joensen, fekk hagan býttan frá í 1839. Hagin er tríggjar merkur av landsjørð.
Bygdin ber navn eftir sandinum fram við sjóvarmálinum, og við tíðini er fitt av lendi lagt inn úr haganum, hóast fólkatalið hevur verið rættiliga avmarkað og bygdin hevur verið fyri bakkøstum. Bygdin á Langasandi veksur í dag so spakuliga, so í dag (2013) búleikast 36 fólk har. Nýggj hús eru bygd seinnu árini, og við stuttu frástøðuni til stórplássini í miðstaðarøkinum eru góðar fortreytir fyri framhaldandi vøkstri.
Hvalastøðin á Gjánoyri
[rætta | rætta wikitekst]Á Gjánoyri, sum liggur stutt sunnanfyri Langasand, bygdu norðmenn við tí navnframa Grøn á odda í 1894 eina hvalastøð. Nógv virksemi var her í eitt tíðarskeið fram til 1925, tá hon læt aftur.[2] Men í dag sæst nær um ongin farleið frá hesi áhugaverdu tíðini í føroyskari vinnulívssøgu. Tá hvalaveiðan minkaði aftaná 1. heimsbardaga, vóru bygningar og útgerð tikin niður og oyran fekk óspiltu náttúruna aftur.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]Sunda kommuna |
---|
Gjógv | Haldórsvík | Hósvík | Hvalvík | Langasandur | Nesvík | Norðskáli | Oyrarbakki | Oyri | Saksun | Streymnes | Tjørnuvík |