Gjógv

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Gjógv
Gjov (danskt)
Bygd
Gjógv
Gjógv
Land  Føroyar
Sýsla Eysturoya sýsla
Oyggj Eysturoy
Kommuna Sunda kommuna
Íbúgvar 31 (2015)[1]
Postnummur FO-476
Markatal 15-00-00
Gjogv on Faroe map.png

Gjógv er ein bygd í Eysturoy og har búgva 39 fólk. Gjógv bygd er við 49 íbúgvum ein av teimum smærru í kommununi, men við sínum jarðartilfeingi og sum útróðrarpláss var hon fyrr munandi betri fyri. Gjógv er helst seinni bygd enn grannabygdin Funningur, men tó neyvan seinni enn tíðliga í miðøld. Útróðurin gav í síni tíð nógv virksemi í bygdini, og seinni hava nógvir skipsmenn verið við Gjógv.

Vanlukkur á sjónum raktu rættiliga tíðum bygdina, soleiðis sum mongu nøvnini við minnisvarðan bera boð um. Við nýggju tíðunum aftaná Seinna heimsbardaga fekk Gjógv bygd trupult við at varðveita fólkið á plássinum, og síðan hevur afturgongdin í fólkatalinum verið rættiliga støðug. Í bygdini er skúli, sum er bygdur í 1883. Eisini hevur bygdin samkomuhús.

Av vinnuligum virksemi við Gjógv kann nevnast Elementvirkið, sum varð stovnað í 1982. Her verða betongelement gjørt til ymiskar bygningar. Gjáarsmolt hevur eisini havt smoltstøð í bygdini, men soleiðis sum viðurskiftini hava lagað seg í alivinnuni, hevur støðin ligið still eina tíð. Tó verður vónað, at tá framleiðslan kemur upp aftur á sítt gamla støði, kann hetta virksemi takast upp aftur.

Ferðavinnan hevur havt ein vaksandi týdning fyri Gjógv. Longu í 1984 byrjaði Gjáargarður sum vallaraheim, og hann er framvegis vælumtóktur. Her kunnu umleið 100 fólk gista í senn. Í 2006 hevur tiltakið Gjógv Adventure havt virksemi við útferðum og við sølu av ymiskum til ferðafólk í gamla handilinum í bygdini. Við Gjógv er nógv vakurt at síggja: tey høgu fjøllini, gjógvin og ymisk støð nærhendis bygdina.

Norska filmsrøðin Buzz Aldrin, hvar bleivst tú av í ruðuleikanum? fer fyri tað mesta fram við Gjógv. Filmsrøðin var tann fyrsta filmsrøðin, ið var víst í norskum biografum, tað bleiv hon í 2011. Røðin varð eisini víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya nakað seinni.

Myndasavn[rætta | rætta wikitekst]


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Hagstova.fo

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið