Jump to content

Krambatangi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Smyril leggur frá landi á Krambatanga.

Krambatangi er staðarnavn í Suðuroynni, sum var rættiliga ókent áðrenn 2005, tá ferjulega varð gjørd har til nýggja stranfaraskipið Smyril, sum kom til landið í oktober 2005. Ferjulegan á Krambatanga varð tikin í brúk samstundis sum nýggi Smyril kom. Áðrenn tað var ferjulegan á Drelnesi nýtt til Smyril, og áðrenn tað sigldi Smyril inn á Tvøroyrar Havn og á Vágs Havn. Í gomlum døgum, áðrenn vegur kom millum allar bygdir, sigldi Smyril inn til fleiri aðrar bygdir í Suðuroynni.

Krambatangi er í Øravíkarlíð, 3 km frá bygdini Øravík og stutt frá Trongisvági. Tvøroyri liggur hinumegin við Trongisvágsfjørð.

Ávísing úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Henda greinin um Føroyar er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana