Jump to content

Fakfeløg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Fakfelag)
Flestøll, sum arbeiða, eru limir í fakfelag.

Fakfeløg arbeiða fyri rættindum hjá limunum, t.d. lønarviðurskiftum sum tímalønin, um longdina av feriu og pausum, ið limirnir hava rætt til, um eftirløn, frítíðarløn og annað. Felagið førir samráðingar vegna limirnar við arbeiðsgevarafelagið ella við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum ( í Føroyum) um tað er landið, ið er arbeiðsgevarin. Um fakfelagið og arbeiðsgevarin ikki finna fram til eina semju kann fakfelagið hótta við at fara í verkfall. Tá ið eitt ella fleiri fakfeløg fara í verkfall, liggur samfelagið ofta lamið, við tað at handlarnir ikki fáa vøru og fólk ofta ikki sleppa at ferðast frítt, tí at skip ikki sigla. Felag fyri fólk í somu vinnugrein. Upprunin til fakfeløg kann førast aftur til Stórabretland í 18. øld. Í Norðurlondum stovnaðu arbeiðarar fakfeløg frá mitt í 19. øld. Norðurlond hava í dag størsta prosentpartin av arbeiðarafjøldini sum limir í einum fakfelag. Í Svøríki vóru 68,5 prosent av øllum arbeiðstakarum limir í fakfelag.

Arbeiðararørslan í Føroyum

[rætta | rætta wikitekst]

Flestir løntakarar í Føroyum eru limir í fakfelag. Víða um landið eru smá feløg, sum so flestøll eru savnað í landsfelag. Í 1910 gingu gøtumenn á odda at seta Føroya Fiskimannafelag á stovn, og í november í 1911 var tað komið í lag. Hinvegin tóku reiðararnir seg eisini saman í felag og stovnaðu Føroya Reiðarafelag í 1908. Fyrsta arbeiðsmannafelag, Enigheden, varð stovnað í 1915, og fyrsta kvinnufelagið, Fiskepigernes Fagforening, í 1922, bæði á Tvøroyri. Endamálið er at røkja áhugamál limanna og at vinna teimum betri arbeiðskor. Gjøgnum tíðirnar hava løntakar í Føroyum eins og í øðrum londum vunnið sær rættindi, ið tey ikki høvdu fyrr, t.d. Er arbeiðvikan nú 40 tímar hjá limum í Føroya Arbeiðarafelag og 39 tímar um vikuna hjá Starvsmannafelagnum. Menn og kvinnur fáa nú somu løn sambært sáttmálunum. Limir í Føroya Arbeiðarafelag hava rætt til 5 vikur feriu, meðan limir í Starvsmannafelagnum hava rætt til 5 vikur feriu og 5 dagar feriudagar um árið. Limir í Føroya Arbeiðarafelag hava rætt til 10% í eftirløn frá arbeiðsgevaranum (2014), meðan limir hjá Starvsmannafelagnum hava rætt til 14% í eftirløn frá arbeiðsgevaranum umframt at arbeisgevarin rindar 1% av lønini í tryggingargrunn. Eftirlønin er rættiliga ymisk hjá ymisku fakfeløgunum, limir í Pedagogfelagnum fáa ávikavist 12% til pedagogar og 10% til hjálparfólk, tó hava hjálparfólk ikki rætt til eftirløn tað fyrsta ári ið tey eru í starvi (tølini eru frá 2014, tey kunnu verða brott síðan hetta varð skrivað, sáttmálar og lønartalvur eru tøkar á heimasíðunum hjá fakfeløgunum og hjá arbeiðsgevarafeløgunum). Øll fakfeløg hava ásetingar um yvirtíð, har ið limir teirra hava rætt til hægri løn um arbeitt verður longri enn tað ásetta tímatali ella um arbeitt verður í vikuskiftinum ella um kvøldarnar ella um náttina. Fakfeløg hava sáttmálar við avvarndi arbeiðsgevarafelag ella við Fíggjarmálaráðið, og so hava tey eisini lønartalvur, har í starvsfólk vera plaseraði í lønarflokkar og stig. Nøkur fakfeløg hava eisini ásetingar um viðbøtur, sum ávís starvsfólk kunnu hava rætt til, talan kann vera um ískoti fyri førleikagevandi skeið ella útbúgvingar ella um ískoyti fyri t.d. skitið arbeiði vm.

Føroysk fakfeløg

[rætta | rætta wikitekst]

Nøkur av elstu fakfeløgum í Føroyum[1]:

Nøkur av størstu fakfeløgum í Føroyum:



  1. Jákup Pauli Strøm: Tit bygdu hetta land : arbeiðsmarknaðurin,(1998), s. 35
  2. "skfelag.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-04-25. https://web.archive.org/web/20150425081816/http://skfelag.fo/forsida.html. Heintað 2014-10-17. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið