Jump to content

Læknar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Lækni)

Lækni er útbúgvin at gera av, hvør ið sjúkan er, og hann veit, hvat ið leikir. Vanliga fert tú fyrst til kommunulæknan, sum veit um mangar sjúkur, kannar heilsuna, skipar fyri heilivági, koppsetur o.a. Kommunulækni kann ávísa til kanningar og viðgerð á sjúkrahúsi ella hjá serlækna. Serlæknar eru serfrøðingar í ávísum sjúkum. Barnalæknar eru serkønir í barnasjúkum, og skurðlæknar eru serkønir í skurðviðgerð og at seta saman brotnar limir og onnur brot. Læknafrøði er vísindagrein, ið fatar um sjúkraavgerð, sjúkrafyribyrging og sjúkraviðgerð. Læknanæmingar lesa læknafrøði eini 6 ár á lærdum háskúla, áðrenn teir fáa læknaprógv. Síðan má lækni arbeiða 1 ár á sjúkrahúsi, áðrenn hann kann arbeiða sum sjálvstøðugur lækni. Ofta eru nakrir læknar saman um læknahús ella viðtalurúm. Fólk, ið eru nóg birg til tess, koma til lækna í viðtalutíðini. Læknin tosar við hvønn einsæris, kannar og sigur, hvat ið bagir. Røntgenmynd ella blóðroynd kann verða tikin undan læknaviðgerð. Læknar kann gera av við røntgen og øðren tólum, hvørja sjúku, sjúklingurin hevur. Á røntgenmynd sæst beinbrot og sjúka, til dømis krabbamein í lungum. 





Læknar hava verið síðan í fornøld. Viðgitni grikski læknin, Hippokrates úr Kos, livdi t.d. fyri 2500 árum síðan. Hann svór eið at arbeiða samvitskufult og at dugna øllum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið