Sosialistisk Ung
Sosialistisk Ung | |
---|---|
Forkvinna | Herborg Heidiardóttir Gaardlykke |
Stovnað | 1965 |
Móðurflokkur | Javnaðarflokkurin |
Høvuðsskrivstova | Niels Finsensgøta 14, Tórshavn |
Heimasíða | |
http://sosialistiskung.net/ |
Sosialistisk Ung (stytting SU) er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum. Ungmannafelagið varð stovnað í 1965 og æt tá Sosialistiskt Ungmannafelag. Í 2009 varð SU endurstovnað, og navnið varð broytt til Sosialistiskur Ungdómur, og í 2010 varð navnið broytt til núverandi navnið Sosialistisk Ung.
SU er grundað á somu grundvirðir sum Javnaðarflokkurin, men er tó óheft av flokkinum. Hetta sæst m.a. við, at Sosialistisk Ung hava tikið støðu til summi etisk mál, ið Javnaðarflokkurin ikki hevur við í síni stevnuskrá, eitt nú innan LGBT rættindi[1].
Formenn[rætta | rætta wikitekst]
- 2009-2011 Bergur A. Dalsgarð
- 2011-2012 Sunneva Mohr
- 2012-2014 John av Reyni
- 2014-2015 Oda Kjartansdóttir Strøm
- 2015-2017 Barbara Gaardlykke Apol
- 2017-2018 Karin Reginsdóttir Joensen
- 2018-2020 Rói Dam Dalsgarð
- 2020-Nú Herborg Heidiardóttir Gaardlykke
Systurfeløgini hjá SU í hinum Norðurlondunum[rætta | rætta wikitekst]
- Danmark: Danmarks Socialdemokratiske Ungdom (DSU)
- Finnland: Sosialdemokraattiset Nuoret (SNK)
- Grønland: Siumut Youth
- Ísland: Ungir Jafnaðarmenn
- Noreg: Arbeiterpartiets Ungdomsfylking (AUF)
- Svøríki: Sveriges Socialdemokratiska Ungdomsförbund (SSU)
SU er limafelag í International Union of Socialist Youth (IUSY), ið er altjóða felag fyri sosialdemokratisk ungmannafeløg.
Nevndirnar[rætta | rætta wikitekst]
Í árliga aðalfundin hjá SU, 10. septembur 2016, vórðu lokalfeløgini SU Suður, SU Mið og SU Norð formelt sett á stovn. Eisini var avgjørt, at upprunaliga nevndin í SU skuldi gerast landsnevnd og aðalfundurin broytast til landsfund.
Landsnevndin:
Landsnevndin er mannað sum fimm manna nevnd við forkvinnu/manni, næstforkvinnu/manni, skrivara, kassameistara og einum eykalimi.[2] Eisini eru tveir tiltakslimir og eitt umboð úr hvørjum lokalfelagi.
- Herborg Heidiardóttir Gaardlykke, forkvinna
- Milia Egilsnes Anda, næstforkvinna
- Marianna Hansen, skrivari
- Paul Kjartan Matras, kassameistari
- Bjørn Hentze Bech, nevndarlimur
- Karin Reginsdóttir Joensen, altjóða skrivari
- Gunnvá Kallsgarð, umboð fyri SU Norð
- Silja Av Reyni Wennerstrøm, umboð fyri SU Mið
- Pól Jóhannus Toftegaard Larsen, tiltakslimur
SU Mið
- Bartal Súsonnuson Hansen, formaður
- Magnus Høgenni, kassameistari
- Rannvá Dam í Baianstovu, skrivari
- Karin Reginsdóttir Joensen, nevndarlimur
- Bergur A. Dalsgarð, nevndarlimur
- Barbara Eysturoy, tiltakslimur
- Sára Maria Dalsgarð, tiltakslimur
SU Norð
- Paul Kjartan Matras, formaður
- Katrina Rógvadóttir, næstforkvinna
- Birita Matras Petersen, nevndarlimur
- Terja Ósá, nevndarlimur
- Jógvan Kallsgarð, tiltakslimur
- Henný Rógvadóttir. tiltakslimur
- Ronja Bárðardóttir Tórgarð, tiltakslimur
SU Suður
Nevndin í SU Suður hevur enn ikki skipað seg, men Manne Næs Mortansson er formaður í Nevndini.
Útisetanevndin
SU er einasta føroyska ungmannafelagið, ið hevur eina útisetanevnd.[2] Nevndin hittist til fund umleið fjúrtanda hvønn dag.
- Jógvan Kallsgarð, Aalborg
- Erhard Petersen, Keypmannhavn
- Magnus Høgenni, Aberdeen
- Andrias Høgenni, Odense
- Guðrun Durhuus, altjóða skrivari (2016-), Keypmannahavn