Jump to content

Tollmálið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jørgen Niclasen í 2010.

Tollmálið er eitt gamalt tollmál í Føroyum, ið fer aftur til seinna helming av 1980-árunum og fyrra helming av 1990-árunum. Høvuðspersónurin í málinum er fíggjarmálaráðharri Føroya og harvið eisini landstýrismaður í tollmálum síðan 2011, Jørgen Niclasen, ið hevur verið formaður fyri Fólkaflokkin síðan 2007 og valdur inn í síðan 1994, varamaður frá 1991-93. Málið gjørdist aktuelt aftur í desember 2013, tá ið journalisturin Sveinur Tróndarson skrivaði um tollmálið á portal.fo, har ið hann var ábyrgdarstjóri tá. Nakrir mánaðir seinni gavst hann í tí starvinum, og tá ið Dimmalætting varð endurstovnað og byrjaði blaðútgávu aftur á heysti 2014, gjørdist hann ábyrgdarblaðstóri á Dimmalætting. Í 1992 starvaðist hann hjá Landsgrannskoðanini og var við til at finna útav, at okkurt ikki var sum tað átti at vera í familjufyritøkuni p/f N.Niclasen í Sørvági, og at fyritøkan hevði selt vørur, ið ikki vóru tollaðar. Tað var Jørgen Niclasen, ið var stjóri í fyritøkuni tá. Málið varð meldað til løgregluna, men ongin ákæra varð reist, av tí at tollmyndugleikarnir vistu av tí og ikki gjørdu nokk fyri at fáa tingini í rætt lag. Fjølmiðlarnir bóðu um innlit í málið tá, men tað var noktað teimum av miðfyrisitingini. Jørgen Niclasen var limur í Skattanevnd Løgtingsins frá 1994 til 1998. Ikki fyrr enn 20 ár eftir at málið kom fram, eydnaðist tað fjølmiðlunum at fáa innlit í skjølini.[1]

Gongdin í tollmálinum

[rætta | rætta wikitekst]
Sørvágur

Í desember 2013 og í 2014 vakti tað stóran ans í Føroyum, tá ið fleiri føroyskir miðlar umrøddu eitt 20-25 ára gamalt tollmál, ið snúði seg um fíggjarmálaráðharra Føroya, Jørgen Niclasen. Málið var serliga viðkomandi, tí at hann var landsstýrismaður í tollmálum. Føroysku fjølmiðlarnir, og serliga Portalurin og Kringvarpið, varpaðu ljós á málið frá 19. desember 2013. Hin 17. januar 2014 valdi Jørgen Niclasen at bjóða fjølmiðlunum til tíðindafund, við sær hevði hann sín advokat, Christian Andreasen.[2] Á tíðindafundinum segði hann m.a., at hann var blivin ákærdur fyri at hava snýtt í tolli, og at tað vildi hann afturvísa. Hann segði, at ákærurnar frá fjølmiðlunum høvdu onki við veruleikan at gera. Tollur er rindaður alla mína tíð, segði hann og helt fram: Tað týdningarmesta er, at eg sum stjóri fyri familjufyritøkuna helt landsins lógir. Hann forsvaraði seg við, at orsøkin til, at hann og hansara fyritøka høvdu selt vørur, har ið tollur ikki var goldin fyrst, var tann at teir hildu, at teir høvdu ein tollkreditt. So skjótt sum hann í 1992 hevði fingið upplýst, at tollkreditturin varð uppsagdur, so gavst hann við at selja ótollaðar vørur, og p/f N. Niclasen betalti so nógvar vørur, sum man yvirhøvur orkaði. Advorkatur hansara framlegði eina frágreiðing, sum miðlarnir fingu beint áðrenn tíðindafundurin byrjaði.[3]

Nakrir mánaðir seinni framleiddi Kringvarp Føroya eina sending, ið nevnist Tollmálið og sum greiddi frá um tollmálið,[4] henda varð víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum í 2014. Sambært sendingini Tollmálið hevði journalisturin Sveinur Tróndarson eina stóra persónliga vitan um málið, av tí at hann starvaðist sum grannskoðari hjá Landsgrannskoðanini. Hann hevði verið á lagureftirliti kring um í Føroyum fyri teir føroysku tollmyndugleikarnar í august 1992, og tá fann hann í goymsluni hjá Skipafelagnum í Sørvági, ið lá í sama bygningi sum fyritøkan N. Niclasen, nakrir illgrunasamar listar við yvirliti yvir vørur, og hann visti ikki, hvat ið hesir listar høvdu at týða. Tá ið hann spurdi fólk har á staðnum, um hvat tað merkti, so fekk hann ikki nakað svar. Har vóru fleiri hundrað posteringar. Dagin eftir fór hann á vitjan í einari tolldeild í Klaksvík, og har fann hann eina síðu við eini 5-6 posteringum, ið vóru líkar teimum, ið hann hevði sæð í Sørvági. Tá ið hann spurdi, hvat ið hetta var fyri ein listi, fekk hann at vita, at tað manglaðu nøkur skjøl viðvíkjandi hesum vørum, og tí vóru vørurnar ikki tollaðar enn. Eftirsum tað vóru listar við yvir 300 vørum, ið ikki vóru tollaðar, í Sørvági, so átti goymslan at vera full av vørum, men tað vísti seg, tá ið tollmyndugleikarnir vitjaði staðið enn einaferð, at goymslan var tóm. Teir fingu tá at vita, at vørurnar vóru seldar uttan at vera tollaðar fyrst.

Uppskot um misálit

[rætta | rætta wikitekst]

Hin 28. mai 2014 settu andstøðuflokkarnir í Løgtinginum fram uppskot um misálit móti Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra. Hetta hendi fáir dagar eftir, at Kringvarp Føroya hevði sent dokumetarsendingina "Tollmálið", ið snúði seg um, at Jørgen Niclasen eftir øllum at døma hevði snýtt í tolli 20-25 ár, áðrenn sendingin var gjørd.[5] Uppskotið um misálit fall og landsstýrismaðurin helt fram. Tríggir av samgongutinglimunum atkvøddur fyri uppskotinum, harav vóru tveir sambandsmenn, Reimund Langgaard og Helgi Abrahamsen og formaðurin fyri Miðflokkin, Jenis av Rana.[6]

Stevndi journalistum

[rætta | rætta wikitekst]

Í januar 2015 kærdi Jørgen Niclasen nakrir føroyskir miðlar til Fjølmiðlakærunevndina.[7] Umleið ein mánað eftir at sjónvarpsdokumentarsendingin, Tollmálið, varð víst í Kringvarpinum, valdi Jørgen Niclasen at taka kæruna aftur til Fjølmiðlakærunevndina. Hann ákærdi nevndina fyri ikki at virka, eftirsum hansara mál enn ikki var viðgjørt. Journalisturin Sveinur Tróndarson segði við Rás2, at tað passaði ikki, tí at málið var aldri lagt fyri nevndina, málið kom ikki longur enn til umsitingina hjá nevndini.[8] Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen helt alla tíðina hildið fast í, at hann hevði fult álit á Jørgen Niclaen.[9]

Hin 16. juni 2014 stevndi Jørgen Niclasen fýra føroyskum journalistum fyri ærumeiðing, tey fýra vóru: Dia Midjord, stjóri fyri Kringvarp Føroya, Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, Jan Lamhauge, journalistur í Kringvarp Føroya og Sveinur Tróndarson,[10][11] ið starvaðist á portal.fo, tá ið skrivingin um Tollmálið byrjaði, men sum ikk var í starvi har longur, tá ið hann varð stevndur. Tá ið Dimmalætting varð endurstovnað og kom út aftur sum vikuskiftisblað frá oktober 2014, starvaðist hann sum ábyrgdarblaðstjóri har.[12] Í sjónvarpssendingini Sjá, ið Kringvarp Føroya sendi hin 16. november 2014, við Heina í Skorini sum verti, var ein av teimum trimum gestunum, Liljan Weihe. Hon greiddi millum annað frá um tað komandi rættarmálið, ið Jørgen Niclasen hevði reist móti henni og trimum øðrum journalistum viðvíkjandi Tollmálinum. Rættarmálið skuldi eftir ætlan vera í februar 2015, men Liljan Weihe meinti ikke, at tað fór at koma so vítt. Hon segði, at hon væntaði, at øll fýra tíðindafólkini fóru at vera fríkend, tí at tey bara høvdu passa sítt arbeiði.[13]

Rættarmálið móti journalistunum í 2015

[rætta | rætta wikitekst]

Jørgen Niclasen, landsstýrismáður í fíggjarmálum, stevndi í 2014 fýra føroyskum journalistum fyri ærumeiðing. Rættarmálið móti teimum trimum tíðindafólkunum frá Kringvarpinum, Jan Lamhauge, Liljuni Weihe og stjóranum Dia Midjord og Sveini Tróndarsyni, ið er fyrrverandi ábyrgdarhavandi redaktørur fyri Portal.fo, og ábyrgdarblaðstjóri í Dimmalætting síðan oktober 2014, byrjaði hin 16. februar 2015. Rætturin hevði avsett tríggjar dagar til avhoyringa av vitnum, teimum ákærdu og av saksøkjaranum, Jørgeni Niclasen. Tann fyrsta dagin framlegði advokaturin hjá Jørgeni Niclasen, Christian Andreasen, ymisk skjøl og vísti video við brotum úr Degi og viku og frá dokumentarsjónvarpssendingini, Tollmálið, fyri at prógva, at tey ákærdu vóru sek í ákærunum.[14]

Sambært Kringvarpi Føroya gjørdi dómarin fleiri ferðir Svein Tróndarson varugan við, at hann kundi inkriminera seg sjálvan, um hann avdúkaði sína vitan, ið hann hevði fingið, meðan hann starvaðist fyri Landsgranskoðanina. Hann kundi koma til at bróta sína tagnarskyldu. Sveinur Tróndarsson valdi tó at lata seg avhoyra og svaraði teimum spurningum, ið hann varð spurdur um. Hann greiddi m.a. frá, at tá ið eftirlitið byrjaði í 1992, og teir komu til fyritøkuna N. Niclasen í Sørvági, so funnu teir bert eina vøru, ið var tollað, har áttu at verið 291 vørur.[15]

Advokaturin Christian Andreasen avhoyrdi journalistin Svein Tróndarson. Sambært Aktuelt.fo nýtti Christian Andreasen størstapartin av tíðini til at fáa lýst, hvussu Sveinur Tróndarson kundi staðfesta, at tað var talan um snýt. Sveinur Tróndarson svaraði millum annað:[16]

Hetta kann ikki fatast sum annað enn snýt. Tá ein handil fer á goymsluna og tekur vørur út og selur tær uttan at tær eru tollaðar, so er talan um snýt. Eg havi eisini brúkt orðið svik, men sambært orðabókini er ongin munur á.

Sambært Christian Andreasen er tað heilt óvanliga groft og ógvusligt at ákæra ein landsstýrismann í fíggjarmálum fyri at hava snýtt tann føroyska landskassan. Sveinur Tróndarson segði, at hansara bakgrund fyri at kunna staðfesta, at talan var um svik, bygdi á tey skjøl, ið vóru almannakunngjørd í málinum umframt hansara vitan um búskap og roknskap. Hann segði eisini, at orsøkin til, at tað 25-ára gamla málið var áhugavert fyri lesaran í dag, júst var tí at tann tá sera ungi stjórin í dag (2015) var landsstýrismaður í fíggjarmálum og formaður fyri Fólkaflokkin, ið er ein av størstu flokkunum í Føroyum. Journalisturin Jan Lamhauge og tíðindaleiðarin Liljan Weihe søgdu eisini í rættinum, at orsøkin til, at tann gamla søgan í heila tikið var áhugaverd fyri almenningin nú, var núverandi støðan hjá Jørgeni Niclasen.[16]

Jan Lamhauge varð spurdur, um hví hann brúkti orðini snýt og svik í samband við Tollmálið. Hann svaraði, at journalistarnir í KVF ikki høvdu brúkt orðini snýt og svik tær fyrstu vikurnar, eftir at Portal.fo byrjaði umrøðuna av málinum hin 19. desember 2013. Man brúkti í staðin orðið í endurgevingarformi og ikki beinleiðis, tvs. man endurgav Portal.fo. Tá ið Liljan Weihe varð avhoyrd, varð hon millum annað spurd, um hon meinti at tað var í lagi, at KVF hevði dekkað málið í stórt mát, sum tey høvdu, so svaraði hon, at málið var sera viðkomandi fyri Føroya fólk, tí at talan var um mest maktfulla mann í Føroyum. Eftir hennara tykki hevði Jørgen Niclasen størri makt enn løgmaður.[15]

Tá ið kringvarpsstjórin, Dia Midjord, varð avhoyrdur, greiddi hann millum annað frá, at hann varð blivin hóttur við fongsulsdómi av advokatinum hjá Jørgeni Niclasen, Christian Andreasen.[15]

Dómsavgerðin - Journalistarnir taptu

[rætta | rætta wikitekst]

Hin 25. februar 2015 fall dómur í málinum. Jørgen Niclasen vann málið og journalistarnir taptu. Journalistarnir vóru dømdir at rinda ávikavist 20 og 10 dagbøtir á 1000 krónur. Harumframt vóru tey saksøktu, Hans Andrias Midjord, Liljan Weihe, Jan Lamhauge og Sveinur Tróndarson dømd til in solidum at rinda saksøkjaranum 50.000 kr í endurgjaldi fyri tort, tó skuldi tann saksøkti Jan Lamhauge í mesta lagi rinda 5.000 kr. Harumframt skuldu tey saksøktu innan 14 dagar in solidum rinda sakarmálskostnaðin til saksøkjaran, Jørgen Niclasen, við 75.000 kr.[17][18] Sveinur Tróndarson valdi sama dagin at kæra dómin til Landsrættin.[19]

Dómarin meinti, at Tollmálið var aktuelt og viðkomandi fyri teir føroysku fjølmiðlarnar, men at mátin teir valdu at siga søguna átti at verði annarleiðis. Sama dagin sum dómurin var sagdur, sendi Kringvarp Føroya, útvarpssendingina Radarin, ið bara snúði seg um rættarmálið. Kringvarpsstjórin, Dia Midjord, sum var ein av teimum fýra dømdu journalistunum, varð spurdur, um dómurin hevði skatt trúvirði hjá Kringvarpinum. Hann svaraði, at um dómurin stóð einsamallur, so hevði hann skatt trúvirði hjá Kringvarpinum. Hann helt, at KVF gott kundi havt sagt søguna á ein annan hátt og valt onnur orð, enn tey gjørdu, tá ið tey lýstu málið. Hann segði eisini, at hann helt, at tað var keðiligt fyri framsøgufrælsið, at føroyskir journalistar framyvir vóru noyddir at leggja bond á seg sjálvar.[20]

Dómarin legði millum annað til grund, at mann mátti taka atlit til, at Føroyar er eitt lítið samfelag:[21]

(Dómurin er skrivaður á donskum): Det er ligeledes væsentligt, at det i et lille samfund som det færøske er en demokratisk nødvendighed, at folkevalgte politikere ikke forsvarsløst skal kunne udsættes for dækningsløse sigtelser for strafbare forhold i de lokale massemedier, da man i modsat fald kan risikere, at den nødvendige minimumsrekruttering af opstillede til politiske valg trues.

Advokaturin hjá Sveini Tróndarson, Bjørn á Heygum, fanst at dóminum, dagin eftir, at dómurin var feldur, viðvíkjandi tekstinum um, at Føroyar var eitt lítið samfelag, og at man kan risikere, at den nødvendige minimumsrekruttering af opstillede til politiske valg trues, sum tað stóð í dómsavgerðini. Harvið blandar dómarin jura og politikk saman, segði Bjørn á Heygum, eftir hansara meining hoyrir ein sovorðin setningur ikki heima í einum dómi. Hann segði við Kringvarp Føroya, at tað júst er uppgávan hjá fjølmiðlunum at vera kritiskir, soleiðis at ein og hvør ikki stillar upp til politisk val, og at óynskt element lata vera við at stilla upp til eitt val. Hann meinar, at dómurin er prinsipiellur, eftirsum rætturin nú eftir henda dómin, hevur álagt føroyskum fjølmiðlum sensur. Hann setti eisini spurnartekin við, um orðið snýt nú framyvir ikki má nýtast av tí føroysku pressuni um ólóglig viðurskifti, uttan so at talan er um strafbar viðurskifti, tí um tey gera tað, so kunnu tey enda við at verða dømd fyri ærumeiðing, sum í hesum málinum.[22] Hin 27. februar 2015 valdu teir tríggir journalistarnir frá Kringvarpi Føroya at kæra dómin til Landsrættin.[23][24]

Dómurin staðfestur sostatt, at føroysku miðlarnir ikki hava sama rásarúm sum miðlar úti í heimi. - Vit halda, at Føroya fólk eigur sama rætt til miðlafrælsi sum fólk í demokratiskum londum, og tí má Landsrætturin fáa høvi at viga dómin.

Rættarmálið í Eystara Landsrætti

[rætta | rætta wikitekst]
Eystari Landsrættur hevur ein eykatingstað í Føroya Rætti, har ið rættarmálið móti journalistunum fór fram.

Rættarmálið átti at byrja 29. september 2015 í Eystara Landsrætti, ið hevur ein eykatingstað í Føroya Rætti í Havn. Men tað uppstóð ósemja millum advokatin hjá Jørgeni Niclasens, Christian Andreasen, og advokatin hjá Kringvarpi Føroya, Ole Liedke. Liedke metti, at dómararnir bert áttu at taka avgerð um tey 16 sitatini, ið vórðu nevnd í dómssøgnini í februar 2015. Men Christian Andreasen meinti, at rætturin átti at taka støðu til øll 70 sitatini og allar ákærur. Liedke segði, at um so var, so hevði hann brúk fyri meira tíð, tí hann hevði bert fyrireika seg uppá tey 16 sitatini.

Dómararnir eru Ulla Langholz, Bo Østergaard og Ole Græsbøll Olesen.[25] Tann 30. september gjøgnumgekk rætturin øll sjónvarpsbrotini úr Degi og Viku hjá Kringvarp Føroya, ið vóru viðkomandi fyri málið, frá 19. desember 2013, tá ið umrøðan av sonevnda Tollmálinum byrjaði, til 14. februar 2014, tá ið Jørgen Niclasen meldaði journalistarnir fyri ærumeiðing. Hetta tók knappar tveir tímar. Eftir eina stutta pausu, varð sendingin "Eg helt landsins lógir" víst, tað tók umleið ein tíma. Síðan vóru frágreiðingarnir frá journalistunum úr Føroya Rætti lisnar upp, og síðan kundu advokatarnir spyrja uppfylgjandi spurningar.[26]

Rættarmálið helt fram hin 4. oktober 2015, har ið journalistarnir vóru avhoyrdir. Tað bleiv eitt nú spurt um sendingina "Eg helt landsins lógir", advokaturin Christian Andreasen spurdi Liljan Weihe, um hví hon ikki broytti innihaldið í sendingini, áðrenn hon varð send, eftir at stjóri hennara, Dia Midjord, hevði sagt, at hann var ónøgdur við sangvalið. Hetta var komið fram í einari Degi og Viku tíðindasending frá Kringvarpinum hin 26. februar 2015 í einum broti, ið Heini Gaard hevði gjørt. Sangurin ið sipa varð til, var ein sangur, ið Jørgen Niclasen sjálvur syngur og spælir guitar til, fyri útvarpsvertinum Elisi Poulsen í beinleiðis útvarpssendingini "Lurtararnar og vit". Liljan Weihe svaraði, at tað kendi hon absolut einki til.[27]

Tá ið Dia Midjord, stjórin í Kringvarpinum, varð spurdur um sendingina og um sangvalið, greiddi hann frá, at tað ikki var hansara uppgáva at blanda seg í tað journalistiska arbeiði, men hann viðgekk, at hann ikki var nøgdur við valið av tónleiki, m.a. við sangin, ið Jørgen Niclasen sjálvur hevði sungið. Dia Midjord segði, at hann meinti, at KVF í hvussu so er átti at havt kunna hyggjaran um, hví tey høvdu valt at taka sangin við. Hann sipaði til tað ið journalisturin Jan Lamhauge hevði sagt í rættinum sama dag, nevniliga at starvsfólk hjá Kringvarpinum til fánýtis í fleiri vikur høvdu roynt at fingið eina samrøðu við Jørgen Niclasen, men at hann noktaði at úttala seg. Men so við eitt var hann knappliga at hoyra sum ein av luttakarunum í útvarpssendingini "Lurtararnir og vit", ið eisini er ein sending hjá Kringvarpinum, í beinleiðis sending, har ið Elis Poulsen vitjaði ymisk arbeiðspláss, og henda dagin var hann í Fíggjarmálaráðnum, og har hevði hann hitt Jørgen Niclasen og gjørt eina óformella samrøðu við hann, og har hevði Jørgen so sungið fyri Elis og lurtarunum hjá Kringvarpinum. Dia Midjord segði, at hann ikki hevði kravt, at nakað skuldi takast úr sendingini, men at hann hevði ynskt, at tað vóru gjørdar nakrar broytingar.[28]

Tann 6. oktober 2015 góvu verjarnir hjá journalistunum teirra frágreiðing fyri dómarunum. Ole Liedke brúkti tríggjar tímar og eitt korter at føra málið fyri teir tríggjar journalistarnar úr Kringvarpi Føroya, meðan Bjørn á Heygum brúkti ein tíma og eitt korter at føra málið fyri Sveinur Tróndarson, ið júst tá var ábyrgdarhavandi journalistur á Dimmalætting, men sum í 2013 var ábyrgdarhavandi journalistur fyri Portal.fo.[29]

Journalistarnir fríkendir

[rætta | rætta wikitekst]

Hin 18. november 2015 fall avgerðin í Eystara Landsrætti í málinum móti teimum fýra journalistunum, ið Jørgen Niclasen hevði stevnt fyri ærumeiðing. Allir fýra journalistar vóru fríkendir. Tó var útsøgnin ”Snýtti við tolli: Fíggjarmálaráðharrin snýtti landskassan fyri 600.000 kr.” dømd sum ubeføjet, ið sambært orðabók Sprotans merkir: 1 óheimilaður, við ongari heimild, heimildarleysur, sum er gjørt í heimildarloysi, óbiðin, ógrundaður, óneyðugur. 2 et u. angreb ógrundað álop.

Avgerðin (á donskum):[30]

Thi kendes for ret: Sveinur Tróndarsson, Hans Andrias Midjord, Liljan Weihe og Jan Lamhauge frifindes, dog således, at udsagnet ”Snød med told: Finansministeren snød landskassen for 600.000 kr.” kendes ubeføjet. I sagsomkostninger for begge retter skal Jørgen Niclasen til Sveinur Tróndarsson betale 125.600 kr. og til Hans Andrias Midjord, Liljan Weihe og Jan Lamhauge i alt 250.600 kr. Det idømte betales inden 14 dage efter denne doms afsigelse.

Jørgen Niclasen umhugsar, um hann skal kæra avgerðina hjá Eystara Landsrætti inn til Hægsta Rætt.[31]

  1. Aktuelt.fo - Snýtti við tolli: Soleiðis gekk tað fyri seg. Skrivað hevur Sveinur Tróndarson den 20.12.2013 - 19:16 Archived 2015-02-17 at the Wayback Machine Heintað 20. desember 2014.
  2. "nordlysid.fo Tíðindafundur um tollmálið". http://www.nordlysid.fo/tidindafundur+um+tollmalid.html. Heintað 2015-02-28. 
  3. "Aktuelt.fo Her er niðurstøðan hjá sakføraranum hjá Jørgen Niclasen.". http://aktuelt.fo/her+er+nidurstodan+hja+sakforaranum+hja+jorgen+niclasen.html. Heintað 2015-02-28. 
  4. kvf.fo Sí sendingina her: »Tollmálið«
  5. "in.fo". http://www.in.fo/news-detail/news/misalit-a-joergen-niclasen-lagt-fyri-loegtingid/. Heintað 2015-02-28. 
  6. pdf-fil med nyheder fra Færøerne
  7. "ft-news.com Indberetning nr. 1 / 2014 til Folketingets Færøudvalg". http://www.ft-news.com/wp-content/uploads/2014/01/indberetning-F%C3%A6r%C3%B8.pdf. Heintað 2015-02-28. 
  8. "in.fo Óluksáliga nasvíst av landsstýrismanninum - Landsstýrismaðurin manipulerar við upplýsingum, sigur Sveinur Tróndarson við Rás 2". http://www.in.fo/index.php?id=42&tx_news_pi1%5Bnews%5D=13362&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=c8e37a1e18a312a595f654ee6bb9717d. Heintað 2015-02-28. 
  9. "ft-news.com - Indberetning nr. 2/2014 fra 25. marts 2014". http://www.ft-news.com/wp-content/uploads/2014/04/1503_001.pdf. Heintað 2015-02-28. 
  10. "in.fo Nyhedsbrev fra Jørgen Niclasen med stævningen". http://www.in.fo/uploads/tx_news/Stevningin.PDF. Heintað 2015-02-28. 
  11. "Aktuelt.fo Tollmálið: Jørgen Niclasen hevur nú stevnt fyri ærumeiðing. Skrevet af: Leif Láadal.". http://aktuelt.fo/jorgen+niclasen+hevur+nu+stevnt+fyri+aerumeiding.html. Heintað 2015-02-28. 
  12. Dimma.fo
  13. kvf.fo - eftir 14.45 minuttum og aftur eftir 25 minuttum.
  14. in.fo - Í dag verða vitnisavhoyringar Archived 2015-02-17 at the Wayback Machine, skrivað 17. feb. 2015.
  15. 15.0 15.1 15.2 kvf.fo - Tollmálið í rættinum: Tíðindafólk avhoyrd í morgun, skrivað hevur Bjarni Mohr, umframt ljóðbrot við frágreiðing frá Heina Gaard í tíðindinum hjá kvf.fo hin 17. feb. 2015.
  16. 16.0 16.1 Aktuelt.fo - - Eingin ivi um at talan var um snýt Archived 2015-02-17 at the Wayback Machine, Ingi Samuelsen, 17. februar 2015.
  17. "aktuelt.fo - Dómur fallin: Jørgen vann". http://aktuelt.fo/domur+fallin.html. Heintað 2015-02-28. 
  18. "Retten på Færøernes DOM - Afsagt den 25. februar 2015 i sag nr. BS 760/2014". http://www.domstol.dk/Faeroeerne/nyheder/domsresumeer/Documents/760_2014_dom.pdf. Heintað 2015-02-28. 
  19. in.fo - Sveinur Tróndarson kærir dómin Archived 2015-02-26 at the Wayback Machine, skrivað av Danjal av Rana, hin 25. februar 2015.
  20. in.fo - Trúvirðið fingið eitt skot fyri bógvin Archived 2015-02-26 at the Wayback Machine, skrivað hevur Vilmund Jacobsen hin 25. februar 2015.
  21. "domstol.dk - Retten på Færøernes DOM - Afsagt den 25. februar 2015 i sag nr. BS 760/2014, side 58". http://www.domstol.dk/Faeroeerne/nyheder/domsresumeer/Documents/760_2014_dom.pdf. Heintað 2015-02-28. 
  22. kvf.fo - Finst hvassliga at pørtum av dóminum, skrevet af Heini Gaard og Bjarni Mohr, hin 26. februar 2015.
  23. kvf.fo - Kringvarpsfólkini kæra (eisini) dómin
  24. Aktuelt.fo - Kringvarpið kærir eisini[deyð leinkja], skrivað hevur Ingi Samuelsen, hin 27. februar 2015.
  25. in.fo - Ósemja um sitat kann útseta rættarmálið Archived 2021-03-05 at the Wayback Machine, skrivað hevur Hallur av Rana 29.09.2015 (11:05)
  26. in.fo - Tríggir tímar um tollmálið (Tre timer om toldsagen) Archived 2015-10-26 at the Wayback Machine, skrivað hevur Danjal av Rana 30.09.2015 (18:32)
  27. in.fo - Hatta kenni eg absolutt einki til Archived 2015-10-07 at the Wayback Machine, skrivað hevur Danjal av Rana 04.10.2015 (16:57)
  28. in.fo - Var ivasamur um sangin Archived 2015-10-07 at the Wayback Machine, skrivað av Danjal av Rana 04.10.2015 (17:50)
  29. in.fo - Ósamdir um hvat snýt er Archived 2015-10-09 at the Wayback Machine, skrivað Hallur av Rana 06.10.2015 (22:28)
  30. kvf.fo - Udskrift af Østre Landsrets Dombog - Dom - Afsagt den 18. november 2015 af Østre Landsrets 5. afdeling
  31. kvf.fo - Veit ikki um eg skal royna Hægstarætt, skrivað hava Jón Brian Hvidtfeldt og Bjarni Mohr, 18. nov. 2015.