Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
Froðbiar Sóknar Róðrarfelag er eitt róðrarfelag úr Suðuroynni, av Tvøroyri og bygdunum rundan um Trongisvágsfjørð: Tvøroyri, Trongisvágur, Froðba og Øravík. Felagið varð stovnað 25. juli 1934.
Bátar
[rætta | rætta wikitekst]Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hevur fleiri bátar. Í 2009 róu fimmannafarið Firvaldur og tíggjumannafarið Tvørábáturin. Í 2011 luttók Firvaldur í barnaróðri fyri bæði gentur og dreingir, dreingirnir vunnu bronsu í kappingini um FM. Harumframt luttók Firvaldur eisini í róðrunum hjá 5-mannaførum dreingjum, Hulda luttók í barnaróðri fyri gentur og Tvørábáturin luttók í bólkinum seksmannafør menn.
- Firildur, 5-mannafar
- Hulda, 5-mannafar
- Filvaldur, 5-mannafar
- Tvørábáturin, 6-mannafar
- Suðringur, 10-mannafar
- Tvørábáturin, 10-mannafar
Føroyameistararheitið
[rætta | rætta wikitekst]Í 2009 vunnu genturnar á Firvaldi føroyameistaraheitið og Tvørábáturin vann somuleiðis føroyameistaraheitið sama árið. Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hevur vunnið hesi FM heitið síðan 1973:
Firvaldur: 5 mannafør dreingir
- 1977
5 mannafør gentur
- 2009
5 mannafør kvinnur
- 1977
- 1978
- 1979
- 1989[1]
6 mannafør menn
- 2009
Samstarv um Suðuroyar Kappróðrarfelag
[rætta | rætta wikitekst]6. september 2011 varð nýtt róðarfelag, sum nevnist Suðuroyar Kappróðrarfelag, stovnað í Suðuroynni. Talan er um eitt felag sum er fyri alla oynna. Tað eru fólk úr Vágs Kappróðrarfelag og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag sum hava tikið stig til at stovna hetta nýggja felagið. Ein av orsøkunum til at nýggja felagið bleiv stovnað er tann, at tvøráfólk og vágbingar ikki hava fingið mannað nakað 10-mannafar seinastu árini. Fyrsta árið er meiningin at samstarva um eitt 10-mannafar fyri alla oynna. Nýggja felagið hevði, longu áðrenn tað formliga varð stovnað, bílagt eitt nýtt 10-mannafar frá Sámali Hansen, bátasmiði. Nýggja 10-mannafarið, sum eitur Suðuroyingur luttakur í FM kappróðrinum 2012.[2]
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Hulda, barnaróður gentur, á Norðoyastevnu 2012. Tær gjørdust nummar tvey.
-
Genturnar sum róðu við Huldu í 2011. Myndin er tikin á Ólavsøku beint áðrenn barnaróðurin byrjaði.
-
Suðuroyingur, 10-mannafar (2011)
-
Firvaldur, 5-mannafar dreingir. Kjógvin (gamla Royndin Fríða) hjá Vágs Kappróðrarfelag sæst aftanfyri. Á Jóansøku 2011 á Tvøroyri.