Sámal Hansen

Sámal Hansen (føddur 1968) úr Runavík[1] er føroyskur bátasmiður. Hann er hin virknasti bátasmiðurin í Føroyum í løtuni (2011), hann hevur smíðað fleiri av kappróðrarbátunum, sum rógva kapp á stevnunum sum eru kring oyggjarnar um summarið. Sámal smíðaði fyrsta bátin í 1996, tá hann smíðaði 10-mannafarið Kjøl. Henda bátin smíðaði hann av áhuga. Síðan hevur hann smíðað, tí kappróðrarfeløg og onnur hava bílagt bátar frá honum. Áhugin fyri at smíða bátar starvar frá tíðini, tá Sámal sum heilt ungur vitjaði bátasmiðin Andreas Hammer. Sámal er útbúgvin maskinsmiður og starvaðist í fleiri ár hjá Mekanis í Runavík. Síðan 2000 hevur hann starvast sum bátasmiður burturav. Í 2007 smíðaði hann eitt 6-mannafar til Íslands, og eitt afturat var umbiðið til Íslands, og harafturat hevði hann 14 kappróðrarbátar á bíðilista.[2]
Bátar
[rætta | rætta wikitekst]Niðanfyri sæst yvirlit yvir bátar, ið Sámal Hansen hevur smíðað:
5-mannafør, sum Sámal Hansen hevur smíðað
[rætta | rætta wikitekst]- Báran
- Blikur
- Drekin
- Firvaldur
- Fípan Fagra
- Frúgvin
- Junkarin
- Karin
- Kollur
- Royndin Fríða
- Nísan
- Sílið
- Spógvin
- Tekla
- Ternan
- Tjaldrið
- Ørnin
- Silja
- Fenja
- Erla Kongsdóttur
- Títlingur
- Sævarmoy
6-mannafør, sum Sámal Hansen hevur smíðað
[rætta | rætta wikitekst]- Gongurálvur
- Hósvíkingur
- Ísland nr. 1
- ísland nr. 2
- Jarnbardur
- Lómur
- Páll Fangi
- Riddarin
- Smyril
- Strálan
- Sundabáturin
- Sølmundur
- Víkingur
- Rádna

8-mannafør, sum Sámal Hansen hevur smíðað
[rætta | rætta wikitekst]- Miðvingur
- Argjabáturin
- Knørrur
- Kvívíkingur
- Nevið Reyða
- Ørvur
- Gullbrandur
10-mannafør, sum Sámal Hansen hevur smíðað
[rætta | rætta wikitekst]- Eysturoyingur
- Havnabáturin
- Hoyvíkingur
- Kjølur
- Klaksvíkingur
- Nólsoyingur [3]
- Drekin Reyði
- Noylsoyar Páll
- Ormurin Langi
- Surðoyingur