Jump to content

Royndin Fríða, 5-mannafar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Royndin Fríða við dreingjamanningini beint eftir at teir vunnu jóansøkuróðurin 2010 í Vági.

Royndin Fríða er føroyskur kappróðrarbátur úr Vági. Vágs Kappróðrarfelag eigur bátin, sum Sámal Hansen, bátasmiður, smíðaði í 2004. Áðrenn hesin báturin varð tikin í brúk var ein annar bátur við sama navni; ta Royndina Fríðu hevði Kaj Hammer, bátasmiður, smíðað í 1998. Aðrir kappróðrarbátar við navninum Royndin Fríða hava eisini verið áðrenn[1].

Føroyameistaraheitið

[rætta | rætta wikitekst]

Royndin Fríða dreingir vunnu føroyameistaraheitið í 1994 [2].

  1. Facebook.com, Vágs Kappróðrarfelag
  2. "RSF.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-20. https://web.archive.org/web/20110720202732/http://www.rsf.fo/F%C3%B8roya_Meistarar.html. Heintað 2010-11-22.

Ávísing úteftir

[rætta | rætta wikitekst]