Jump to content

Suðuroyar Kappróðrarfelag

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Á Jóansøku 2012 eydnaðist tað fyri fyrstu ferð nýggja Suðuroyingi at vinna 10-mannafars róðurin.

Suðuroyar Kappróðrarfelag er nýtt føroyskt róðrarfelag, sum varð stovnað 6. september 2011 í Suðuroynni. Talan er um eitt felag sum er fyri alla oynna. Tað eru fólk úr Vágs Kappróðrarfelag og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag sum hava tikið stig til at stovna hetta nýggja felagið. Ein av orsøkunum til at nýggja felagið bleiv stovnað er tann, at tvøráfólk og vágbingar ikki hava fingið mannað nakað 10-mannafar seinastu árini. Fyrsta árið er meiningin at samstarva um eitt 10-mannafar fyri alla oynna. Nýggja felagið hevði, longu áðrenn tað formliga varð stovnað, bílagt eitt nýtt 10-mannafar frá Sámal Hansen, bátasmiði. Nýggja 10-mannafarið, sum fekk navnið Suðuroyingur, luttekur í FM kappróðrinum 2012.[1] Litirnir hjá felagnum eru myrkagrønt og ráðhvítt. Tann myrkagrøni liturin er so myrkur, at hann er tætt uppá svarta litin, tá man sær bátin langt burturi frá. Fyrsta úrslitið hjá nýggja Suðuroyingi var eitt annað pláss á Norðoyastevnu hin 2. juni 2012 við tíðini 06:39.15,[2] sum var minni enn eitt sekund aftanfyri Klaksvíkingin, sum vann setti nýtt met við tíðini 06:38.24. Teir róðu 1500 metrar á Norðoyastevnu. Á Eystanstevnu gjørdist Suðuroyingur aftur nummar tvey, tá varð róð 2000 metrar. Á Sundalagsstevnuni róðu 10-mannaførini aftur 2000 metrar, og tá endaði Suðuroyingur á triðja plássi. Men á Jóansøku í Vági 23. juni 2012 eydnaðist tað Suðuroyingi at vinna róðurin. Tá var teinurin bert 1000 metrar. Teir vunnu við tíðini 4:22.17, Klaksvíkingur varð nummar tvey við tíðini 4:23.06 og Vestmenningur var nummar trý við tíðini 4:25.04.[3]

Manningin 2012

[rætta | rætta wikitekst]
Suðuroyingur á Fjarðastevnu 2012
Suðuroyingur vann róðurin á Jóansøku 2012, hetta er beint eftir at bátur og manningin er komin upp á land aftur.

Tey sum mannaður Suðuroying í 2012 vóru 10 menn og ein kvinna. Á Norðoyastevnu 2012 stýrdi Linda Dam Jacobsen, men áðrenn tað var tað systir hennara Jannie Dam Jacobsen, ið stýrdi Suðuroyingi. Tað var Jannie ið stýrdi til 5000 metra kappróðurin, sum var á bátastevnuni í Vestmanna, tá var komin tætt uppá at eiga. Dagin fyri Norðoyastevnu var tíðin komin, og hon átti eitt barn í øllum góðum, og tí varð tað systir hennara Linda, ið stýrdi Suðuoyingi á Norðoyastevnu. Á Jóansøku var tað aftur Jannie ið stýrdi Suðuroyingi.

  • Linda Dam Jacobsen / Jannie Dam Jacobsen
  • Bjarni Hammer
  • Dánjal Martin Hofgaard
  • Nils Martin Djurhuus
  • Gunnar í Dali
  • Johan Sofus Muller
  • Niklas Gunnarstein Joensen
  • Bárður Poulsen
  • Jákup Vestergaard Larsen
  • Joen Petur Jacobsen
  • Sjúrður Djurhuus

Á stovnandi aðalfundinum 6. september 2011 varð nýggj nevnd vald, sum umboðar tey bæði aktivu róðrarfeløgini í Suðuroynni: Vágs Kappróðrarfelag og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag. Nevndin skipaði seg á nevndarfundi 10. september 2011:

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
  1. Sudurras.info, Suðuroyar kappróðrarfelag er nú stovnað
  2. "Sportal.fo, Kanón kappróður í Klaksvík". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-06-04. https://web.archive.org/web/20120604005839/http://sportal.fo/grein/kanon_kapprdur_i_klaksvk. Heintað 2012-06-08. 
  3. Drekin.fo Jóansøka 2012[deyð leinkja]
  4. Sudurras.info

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]