Dánjal Martin Hofgaard

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Manningin á Suðuroyingi, tá teir vunnu jóansøkuróðurin í 2012. Dánjal Martin stendur í ovaru røðini nummar trý frá vinstru.
Dánjal Martin rør her við Suðuroyingi í 2012.

Danjal Martin Hofgaard (føddur 4. mai 1989 í Vági) er føroyskur rógvari og svimjari. Hann rør fyri Suðuroyar Kappróðrarfelag og fyri Føroyar og svimur fyri Susvim og Føroyar. Hin 1. mars 2015 vann hann HM í 2000 metrar inniróðri í lættvekt hjá monnum og gjørdist harvið heimsmeistari.

Lívsleið innan ítrótt[rætta | rætta wikitekst]

Rógving[rætta | rætta wikitekst]

Dánjal Martin rør bæði vanligan føroyskan kappróður og inniróður. Dánjal Martin vann FM 2011 við Riddaranum í 2011. Í føroyskum kappróðri ber bara til at gera seg galdandi í Føroyum, eftirsum kappróður í føroyskum bátum bert fer fram í Føroyum burtursæð frá Ishøj Regatta og onkrari aðrari stevnu sum føroyingar í Danmark skipa fyri. Men í inniróðri ber til at gera seg galdandi sum einstaklingur uttanfyri landoddarnar, eitt nú til HM í Boston. Í januar 2012 varð kappast um, hvør ið skuldi umboða Føroyar til HM í inniróðri. Dánjal Martin gjørdist ein av teimum hepnu. Kappingin varð hildin í hølunum hjá Knørri í Havn, øll róðu 2000 metrar. Dánjal Martin varð skjótastur hjá monnum í lættvekt við tíðini 6:19,30, sum var nýtt føroyskt met. Gamla metið átti Lars Abrahamsen úr Runavík, hann setti metið í 2007.[1]

Føroyameistarahetið í inniróðri[rætta | rætta wikitekst]

FM í inniróðri 2011[rætta | rætta wikitekst]

Dánjal Martin Hofgaard vann FM heitið í inniróðri 2011

  • Gull í bólkinum Menn/Dreingir - Opin bólkur lættvekt (2000m) við tíðini 6:27.4[2]
FM í inniróðri 2012[rætta | rætta wikitekst]

Eins og undanfarnað árið vann Dánjal Martin Hofgaard føroyameistaraheitið í inniróðri:

  • Gull í bólkinum Menn/Dreingir - Opin bólkur lættvekt (2000m) við tíðini 6:26.2[3]
  • Bronsa í Liðkapping - Menn (6x500m) við samlaðu tíðini 9:52.7, hinir vóru: Bjarni Hammer, Jákup V. Larsen, Niels M. Djurhuus, Bárður Poulsen og Gunnar í Dali.[4]
FM í inniróðri 2014[rætta | rætta wikitekst]

Dánjal Martin Hofgaard vann FM heitið í inniróðri 2014

  • Gull í bólkinum Menn/Dreingir - Opin bólkur lættvekt (2000m) við tíðini 6:38.5[5]

HM í inniróðri 2012[rætta | rætta wikitekst]

Dánjal Martin luttók í HM kapping í inniróðri í Boston í februar 2012 í bólkinum Lightweight Open Men (2000 metrar), hann gjørdist nummar 6 av øllum við tíðini 6:20.9[6]

HM í inniróðri 2014[rætta | rætta wikitekst]

Dánjal Martin luttók í HM kapping í inniróðri í Boston í februar 2014 í bólkinum Lightweight Open Men (2000 metrar), hann gjørdist nummar 9 av 77 luttakarum við tíðini 6:20.9[7]

HM í inniróðri 2015 og úttøkukappingin[rætta | rætta wikitekst]

Dánjal Martin var til úttøkukapping í róðrarneystinum hjá Havnar Róðrarfelag hin 29. november 2014, har hann varð úttikin til HM í inniróðri, sum verður í Boston í mars 2015. Hann róði 2000 metrar í inniróðri við tíðini 6.18.9, ið var nýtt føroyskt met, gamla metið átti Dánjal Martin sjálvur, og tað var 6.19.3.[8]

Heimsmeistari 2015 í inniróðri í opna bólkinum, lættvekt[rætta | rætta wikitekst]

  • Gull í 2000 metrar inniróðri í opna bólkinum hjá monnum við tíðini 6:16.7 (1 sekund frammanfyri silvurvinnaran)[9]

Svimjing[rætta | rætta wikitekst]

Danjal Martin hevur luttikið á fleiri svimjistevnum uttanlands til NJM, EJM, EM og Oyggjaleikir og hevur fingið fleiri góð úrslit. Hann er triðskjótasti svimjari úr Føroyum á 200 m frí nakrantíð.[10]

FM 2014[rætta | rætta wikitekst]

Føroysk met[rætta | rætta wikitekst]

Hann hevur vunnið fleiri gull heiðursmerki og sett fleiri føroysk met í svimjing:

Føroysk met á langgeil[rætta | rætta wikitekst]
  • 50 m bringu við tíðini 32.36 (Pauli Øssursson Mohr tók metið til EM 2010).
  • 100 m bringu við tíðini 1:10.94
Føroysk met á stuttgeil[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sudurras.info, Danjal Martin Hofgaard frá Suðuroyar Kappróðrarfelag til HM í Boston
  2. Ergometertider.dk, Færøske mesterskaber 2011
  3. Ergometertider.dk
  4. Ergometertider.dk, Liðkapping - Menn (6x500m)
  5. in.fo, Dánjal Martin Hofgaard vann enn einaferð
  6. Crash-b.org
  7. sudurras.fo, Danjal Martin Hofgaard nr. 9 við HM í inniróðri
  8. sudurras.fo - Dánjal Martin nýtt føroyskt met og klárur til HM í inniróðri
  9. http://www.concept2.com/indoor-rowers/racing/world-irc/2015/results/3 Consept2.com
  10. Danjal Martin Hofgaard á Susvim.mono.net
  11. livetiming.dk, Kapping 42, 4X50m Frísvimjing Menn, Finalur, Senior

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið