Jump to content

Róland Toftum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Róland Toftum
Persónlig kunning
Tjóðskapur Føroyar
Fødd(ur) 1998
Vágur
Ítróttur
Ítróttur Svimjing
Svimjiháttur Bringu, frí
Felag Susvim

Róland Toftum (føddur 1998) úr Vági er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Susvim og Føroyar. Hann er fyrsti føroyingur, ið hevur svomið 50 metrar bringu á langgeil undir 30 sekund.

Lívsleið innan svimjing

[rætta | rætta wikitekst]

Oyggjaleikir 2017

[rætta | rætta wikitekst]
  • Silvur í 50 metrar bringu við tíðini 29.18
  • Silvur í 100 metrar bringu við tíðini 1:03,76
  • Bronsu í 4x50 m blandað. Hinir á liðnum vóru: Marius Ihlen Gardshodn, Alvi Hjelm, Óli Mortensen. Teir svumu við samlaðu tíðini 1:44,97.

Danish Open 2016

[rætta | rætta wikitekst]

Róland luttók saman við øðrum føroyskum svimjarum á Danish Open í Bellahøj í apríl 2016. Hann setti tvær ferðir nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metrar bringu, fyrst í innleiðandi riðlunum við tíðini 29.89. Hann gjørdist harvið fyrsti føroyingur, ið hevur svomið 50 metrar bringu á langgeil undir 30 sekund.[1] Hann svam í fýra B-finalum, tað var í 50, 100 og 200 bringu og í 50 m frí.[2]

  • Setti føroyskt met og juniormet í 50 m bringu í innleiðandi riðli við tíðini 29.89
  • Setti føroyskt met og juniormet í 50 m bringu í finaluni við tíðini 29.81

FM á langgeil 2016

[rætta | rætta wikitekst]

Fyrsta FM-svimjikappingin á langgeil nakrantíð varð hildin í Páls Høll í Vági vikuskiftið frá 11. til 13. mars 2016. Róland vann fleiri heiðursmerki og setti føroysk met.[3]

  • Gull í 200 m bringu við tíðini 2:24.58
  • Gull í 100 m bringu við tíðini 1:06.88
  • Gull í 50 m bringu við tíðini 30.01
  • Gull í 50 m frí við tíðini 24.45
  • Gull í 4X100 m frí við tíðini 3:42.95, ið var nýtt føroyskt met fyri feløg (ikki landslið)
  • Bronsu í 100 m frí við tíðini 55.14

Reykjavík International Games 2016

[rætta | rætta wikitekst]

Róland setti nýtt føroyskt met og juniormet í 50 m bringu á langgeil í innleiðandi riðlum við tíðini 30.45. Pál Joensen átti gamla metið á 30.65 frá Bergen Swim Festival 2015. Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag átti føroyska juniormetið á 31:81, frá Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Póllandi í 2013.[4]

Róland setti nýtt føroyskt juniormet í innleiðandi kapping í 100 metrum bringu við tíðini 1:07.76. Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag átti juniormetið á 1:08.93 frá 2013.

  • Gull í 50 m bringu við tíðini 30.03, ið var nýtt føroyskt met og juniormet
  • Gull í 200 m bringu við tíðini 2:23.72, ið var nýtt føroyskt juniormet
  • Silvur í 100 m bringu við tíðini 1:06.87, ið var nýtt føroyskt juniormet
  • Silvur í 50 m frí við tíðini 24.38, ið var hansara persónligt besta tíð

NM og NJM á stuttgeil í 2015 í Bergen

[rætta | rætta wikitekst]

Róland setti trý juniormet á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni á stuttgeil, ið varð hildin í Bergen í desember 2015. Hann setti juniormet í 200 m bringu, fyrst í innleiðandi riðlunum við tíðini 2:19.52 og síðan í finaluni við tíðini 2:19.37.[5] Róland setti eisini nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á NM/NJM 2015 í Bergen svam teinin uppá 1:04.43.

Oyggjaleikir 2015

[rætta | rætta wikitekst]
Róland saman við venjara sínum Jón Bjarnason og Susvim-svimjarunum Eyðbjørn Joensen og Sáru R. Nysted í juli 2015.

FM í svimjing 2015

[rætta | rætta wikitekst]

Róland setti føroyskt juniormet í 200 bringu við tíðini 2:21.33.[7]

Reykjavík International Games 2015

[rætta | rætta wikitekst]

Kappingin var hildin vikuskifti 16. til 18. januar 2015.

  • Gull í 200 metrar bringu fyri menn, opin bólkur. Setti nýtt føroyskt juniormet við tíðini 2:29.49.[8]
  • Bronsu í 100 bringu við tíðini 1:10.31[9]

NM og NJM 2014 í Upplands Väsby

[rætta | rætta wikitekst]
  • Nr. 7 í 200 metrar bringu við tíðini 2:29.03

Róland luttók á FM í svimjing 2014, sum varð hildið í Havn vikuskiftið 16., 17. og 18. mai 2014. Hann vann fleiri heiðursmerki bæði í einstaklingakappingum og liðkappingum. Besta úrslitið hjá honum var í liðkapping í 4 ferðir 50 metrum frí, har ið teir settu nýtt føroyskt met. Á stevnuni varð hann eisini kosin sum Ársins stjørnuskot 2014 hjá monnunum.

Meistarastevna fyri ung 2014

[rætta | rætta wikitekst]

Róland luttók á Meistarastevnu fyri ung í Svimjihøllini í Havn 25. og 26. apríl 2014. Hann gjørdist mest vinnandi drongur og næst mest vinnandi av øllum, næst eftir Sáru R. Nysted. Róland vann 12 gull, 2 silvur og 1 bronsu heiðursmerki.[13]

Róland luttók á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung, sum varð hildin í Reykjavík í juli 2013.[14]

  • Nr. 6 í 50 m frí við 25.39
  • Nr. 8 í 200 m bringu við 2:41.57
  • Nr. 11 í 100 m frí við tíðini 56.99.
  • Nr. 13 í 200 m frí við tíðini 2:12.25.
  • Nr. 5 í 4x200 m frí fyri blandað lið við tíðini 9:01.73, saman við Marius Ihlen Gardshodn, Ásbjørg Hjelm, Lív E. Eidesgaard.
  1. svimjing.com - Róland føroyskt met og B-finala í 50 bringu á Danish Open 2016
  2. svimjing.com - Yvirlit yvir føroysk úrslit á Danish Open 2016
  3. livetiming.se - Results for Føroyameistarastevnan 2016 (50m)
  4. svimjing.com - Róland 30:45 og føroyskt met í 50 bringu
  5. svimjing.com
  6. Svimjing.com - Fjórðu finalur á Jersey 2015
  7. svimjing.org, Úrslit frá FM og JM 2015.
  8. svimjing.com - Ball aftur triðja dag á RIG 2015
  9. svimjing.com - Føroysk met og heiðursmerki á RIG 2015
  10. livetiming.dk, Kapping 42, 4X50m Frísvimjing Menn, Finalur, Senior
  11. livetiming.dk, Kapping 26, 50m Frísvimjing Menn, Finalur, Senior
  12. livetiming.dk, Kapping 12, 100m Frísvimjing Menn, Finalur, Senior
  13. Svimjing.com, Úrslit frá Meistarastevnuni fyri Ung 2014
  14. "Svimjing.com". http://www.svimjing.com/framerki/nmu-2013. Heintað 2014-05-18.