Bergen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bergen
Skjøldur Kort
Skjøldur Staðseting av kommununi í fylkinum Staðseting av fylkinum í Noregi.
Grunddáta
Fylki: Vestland‎
Vídd : 465,4 km²
Íbúgvar: 268 926 (2013)
Staðseting: {{{staðseting}}}
Heimasíða: [1]

Bergen er næststørsti býur í Noregi. Býurin liggur á Vestlandinum í Norra. Á fornnorrønum varð býurin nevndur Bjørgvin. Í 2020 hevði Bergen 283.929 íbúgvar.[1]

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Sambært søgunum grundlegði Ólavur Kyrri kongur Bergen á einum grønum slætta millum tey 7 fjøllini, sum liggja rundanum býin. Tað hendi sambært søgunum í 1070. Í miðøldini var hann ein høvuðshandilsbýurin í Norðurlondum, og har hildu týsku keypmenninir (hansarnir) til. Enn síggjast á bryggjuni hús, ið teir bygdu. Býurin var høvuðsstaður í Noregi 1217-1314. Í ár 1600 var Bergen størsti býur í Norðurlondum við umleið 15 000 íbúgvum. Hann hevur líka upp til okkara dagar verið ein nátturligur miðdepil fyri handil. Í 2020 hevði Bergen 950 ára hátíðarhald.

Býurin[rætta | rætta wikitekst]

Vøkur træhús og flisalagdar gøtur eyðkenna Bergen. Í gamla býarpartinum framvið bryggjuni eru fleiri gomul træhús varveitt, og finna vit í dag í hesum húsum góðar matstovur, klædnahandlar o.l. Hesin býarparturin er eitt av best umtóktu ferðamálunum í býnum. Bergen liggur eisini bert umleið 1,5 tíma í bili frá kenda skíøkinum Voss. Náttúran er vøkur við Bergen, og skjótt er at uppliva vakrar firðir, høg fjøll ella opið hav. Í økinum er eisini eitt ríkt byggilist, mentanarlív og spennandi forminnissøvn. Eisini má nevnast stórsligna konserthúsið Grieg-hallen.

Uttan fyri býin eru fleiri oyggjar, sum verja fyri havalduni, so har er avbera góð skipahavn. Ógvuliga nógvur fiskur verður upplagdur í Bergen og síðan avskipaður til suðurlond. Millum og Føroyar var nógv samband fyrr í tíðini.

Myndasavn[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Coordinates: 60°22′48″N 5°20′24″E / 60.38000°N 5.34000°E / 60.38000; 5.34000

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Befolkning, ssb.no