Jump to content

Norröna

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Norröna
Skipanavn Norröna II
Byggiár 2003
Reiðarí Smyril Line
BRT 36000
Ferð 21 míl
Ferðafólk 1.482
Bilar 800
Longd 164 m
Breidd 30 m

Norröna er størsta ferðamannaskipið í Føroyum og siglir millum Havn, Hirtshals[1] og Seyðisfjörð.

Í 2006 fór Smyril Line at tosa um at skifta út Lerwick við Scrabster, men hetta vakti stóra øsing, ikki minst frá hetlendingum, sum hava fíggjað stóran part av Norrönu. Frá summarinum 2007 fór Norröna kortini farin at sigla aðruhvørja viku til Lerwick og aðruhvørja viku til Scrabster.

Millum 2009 og 2010 sigldi Norröna bara ímillum Hanstholm, Havn og Seyðisfjörð[2].

2010 gavst Norröna at sigla til Hanstholm og fór í staðin at sigla til Hirtshals.

Norröna I

[rætta | rætta wikitekst]

Tann gamla Norröna var bygd í 1973 í Rendsborg sum Gustav Wasa. Í 1983 fekk hon navnið Norröna og sigldi fyri eigaran Smyril Line millum Danmark, Føroyar, Ísland og Noreg. Hetta skipið hevði pláss fyri 1.050 ferðafólkum og 300 bilum. Avloysarin er tann nýggja Norröna (frá 2003).[3] Men tað gamla skipið er enn undir føroyskum flaggi - sum trúboðanarskipið Logos Hope.

Norröna II

[rætta | rætta wikitekst]

Tann nýggja Norröna er eitt luksusskip. Tað var bygt í Lübeck, og 8. apríl fór hon jomfrútúrin úr Týsklandi við kós ímóti Føroyum, har hon varð sett í rutusigling 10. apríl 2003.

164 m long og 30 m breið hevur hon pláss fyri umleið 1.500 ferðafólkum og 800 bilum. Manningin telur umleið 120.

Norröna hevur luksuskømur, stór handilsøki, góðar matstovur, barrir, dansihøli, spælipláss til børn, svimjihyl, venjingarhøll o.s.fr.

Norröna II kostaði umleið 100 mió. evrur, sum var rættiliga dýrt fyri Smyril Line, og tað gav reiðarínum fíggjarligar trupulleikar. Men tað kláraði seg, og nú er tað við íslendskum, hetlendskum og almennum stuðli tryggjað, at Norröna verður verandi eitt føroyskt skip.

  1. "smyrilline.com". http://www.smyrilline.com/sailing-schedule-18539.aspx. Heintað 2014-04-19. 
  2. "Smyril dropper Bergen". http://www.bt.no/lokalt/bergen/article657110.ece. Heintað 2009-06-16. 
  3. Smyril Line - broytingar ár fyri ár[deyð leinkja]

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið