Ásbjørg Hjelm

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ásbjørg Hjelm
Persónlig kunning
Tjóðskapur Føroyar
Fødd(ur) 1999
Ítróttur
Ítróttur Svimjing
Svimjiháttur Bringu
Felag Ægir

Ásbjørg Hjelm (fødd 1999) úr Klaksvík er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Ægir og Føroyska svimjilandsliðið. Hon er systir Alva Hjelm, ið eisini svimur á føroyska landsliðnum.

Lívsleið innan svimjing[rætta | rætta wikitekst]

Reykjavik International Games 2016[rætta | rætta wikitekst]

Ásbjørg luttók á Reykjavik International Games frá 22. til 24. januar 2016. Kappast varð á langgeil.

  • Silvur í 50 m bringu við tíðini 34.67[1]
  • Silvur í 200 m bringu við tíðini 2:47.05[2]
  • Bronsu í 100 m bringu við tíðini 1:16.19

Oyggjaleikir 2015[rætta | rætta wikitekst]

European Games 2015[rætta | rætta wikitekst]

Ásbjørg var ein av fimm føroyskum luttakarum til fyrstu Evropeisku leikirnir, sum verða hildnir í Baku í juni 2015. Bert ungir svimjarar sluppu at luttaka fyri Føroyar og sleppa ikki at svimja undir Merkinum, hetta tí at Olympiska Nevndin í Evropa fyriskipar leikirnir, og har sleppa bara sjálvstøðgar tjóðir at luttaka. Ásbjørg var tann fyrsti føroyingur nakrantíð, ið luttók á Evropeisku leikunum, tá ið hon svam 50 metrar bringusvimjing.[5] Tíðirnar hjá Ásbjørg vóru:

  • 50 m bringu við tíðini 35.10 sekund
  • 200 m bringu við tíðini 2:50.90[6]

FM og FJM 2015[rætta | rætta wikitekst]

Ásbjørg setti tvey føroysk met og tvey føroysk juniormet á Føroyameistarastevnuni 2015 (FM/JM 2015), talan er um somu tíðir sett í somu kapping, av tí at hon hevur aldur til at seta juniormet, so var talan bæði um vaksnamannamet og juniormet:

Føroysk met
  • 32.70 í 50 bringu
  • 1:11.53 í 100 bringu
Føroysk juniormet
  • 32.70 í 50 bringu
  • 1:11.53 í 100 bringu

Reykjavík International Games 2015[rætta | rætta wikitekst]

Ásbjørg svam 100 metrar bringu við tíðini 1:17.01 og setti nýtt føroyskt juniormet, hon svam skjótastu tíðina í innleiðandi í bólkinum fyri gentur 15 ár og eldri.[7]

  • Gull í 200 m bringu við tíðini 2:44.46, sum var nýtt føroyskt met. Turið S. Christiansen átti gamla metið og juniormetið, sum hon setti á somu stevu í 2010.[8]

NM og NJM 2014 í Upplands Väsby[rætta | rætta wikitekst]

Ásbjørg luttók á Norðurlandameistarakapping í svimjing fyri ung og vaksin í Svøríki við føroyska svimjilandsliðnum.

  • Nr. 8 í 50 metrar bringu við tíðini 33.81, ið var nýtt føroyskt met og juniormet. Hon átti sjálv gamla metið.[9]
  • Nr. 8 í 200 metrar bringu við tíðini 2:44.07. Hon svam 2:38.92 í innleiðandi riðlinum.

Harafturat setti hon saman við trimum øðrum nýtt føroyskt juniormet í 4x100 m blandað við tíðini 4:24.68. Hinar vóru: Signhild Joensen úr Ægir, Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag og Barbara Debes úr FLOT.

Danish Open 2014[rætta | rætta wikitekst]

  • Setti nýtt føroyskt juniormet í 50 metrar bringu við tíðini 35.44 sekund. Gamla juniormetið átti Tanja Skaalum[10]

BankNordik stevna 22. - 23. mars 2014[rætta | rætta wikitekst]

Ásbjørg var trið mest vinnandi svimjarin á stevnuni, hon vann 4 gull og eitt silvur heiðursmerki.[11]

HS-stevnan 2. og 3. nov. 2013[rætta | rætta wikitekst]

Ásbjørg vann 2 gull, eitt silvur og eitt bronsu heiðursmerki.[12]

Svimjing um Vánna á Sjómannadegnum 2013[rætta | rætta wikitekst]

  • Ásbjørg gjørdist nummar tvey av gentum/kvinnum undir 25 ár við tíðini 3:02.14.[13]

NMU 2013[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. swimrankings.net - kvenna, 50m bringusund[deyð leinkja]
  2. svimjing.com - Medaljuregn í Reykjavík
  3. jersey2015results.com - Women's 4 x 50m Medley Relay
  4. svimjing.com - Fjórðu finalur á Jersey 2015
  5. Svimjing.com, Fín byrjan uppá svimjistevnuna í Baku.
  6. svimjing.com, Annar dagur á Evropeisku Leikum í Baku.
  7. thriko.is - Reykjavik International 2015, Laugardalslaug, 16. - 18.1.2015 - Women, 100m Breaststroke
  8. svimjing.com - Ásbjørg 2:44.46 og føroyskt met í 200 bringu
  9. Livetiming.se
  10. svimjing.com
  11. svimjing.com, Úrslit frá BankNordik stevnuni 22. - 23. mars 2014
  12. svimjing.com, Ægir vann mest á HS-stevnuni 2. og 3. nov. 2013
  13. svimjing.com, Úrslit frá Svimjingini um Vánna 2013
  14. svimjing.com, Úrslit frá fjórða stevnuparti á NMU 2013