Astrið Foldarskarð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Astrið Foldarskarð
Persónlig kunning
Tjóðskapur Føroyar
Fødd(ur) 1994
Ítróttur
Ítróttur Svimjing
Svimjiháttur Firvald

Astrið Foldarskarð (fødd 1994) er ein føroyskur svimjari, ið svam á føroyska svimjilandsliðnum í fleiri ár. Hon byrjaði at svimja við FLOT sum 6-ára gomul. Seinni skifti hon felag til Ægir í Klaksvík. Í 2013 vandi hon við VAT í Danmark,[1] og í 2014 svam hon fyri Swim Team Tåstrup. Í 2016 svam hon fyri Havnar Svimjifelag. Hon hevur fleiri ferðir sett føroysk met á teimum stuttu teinunum í frí og firvald og hevur vunnið fleiri heiðursmerki á Oyggjaleikum. Í august 2016 kunngjørdi hon á Facebook-vangamynd síni, at hon gavst við at svimja, tí hon fór undir útbúgving.[2]

Lísvleið innan svimjing[rætta | rætta wikitekst]

Danish Open 2016[rætta | rætta wikitekst]

  • Nr. 15 í 50 m frí við tíðini 27.06, ið var nýtt føroyskt met.[3]
  • Nr. 13 í 50 m firvald við tíðini 28.55.[4]

Oyggjaleikir 2015[rætta | rætta wikitekst]

Danish Open 2014[rætta | rætta wikitekst]

Astrið svam seg í finaluna í 50 m firvald við tíðini 28.57.[9]

  • Nýggjundi bestu tíð í hálvfinaluni í 50 m firvald við tíðini 28.29, sum var nýtt føroyskt met,[10] Nr. 8 hevði tíðina 28.28, tvs 1/100 av einum sekundi betri tíð enn Astrið.[11]

Eysturdanska meistarastevnan á stuttgeil 2014[rætta | rætta wikitekst]

  • Nummar 5 í 50 frí varð við tíðini 26.92
  • Nummar 6 í 50 firvald við tíðini 29.09.[12]

Danish Open 2013[rætta | rætta wikitekst]

  • Nr. 9 í 50 m firvald við tíðini 28.94, sum var nýtt føroyskt met, hon setti eisini føroyskt met í innleiðandi við tíðini 29.06.[13]

World Cup í Berlin 2012[rætta | rætta wikitekst]

Astrið luttók á World Cup í Berlin í oktober 2012. Hon svam 100 metrar firvald við tíðini 1:06.99[14] og 50 metrar firvald við tíðini 28.00 sek.[15]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. svimjing.com, Astrið og Markus flutt til VAT í Danmark at venja
  2. in.fo - Astrið gevst at svimja
  3. svimjing.com - Føroysk veitsla 3. kvøld á Danish Open 2016
  4. svimjing.com - Heiðursmerki til føroyingar eisini 2. dag á Danish Open 2016
  5. jersey2015results.com - Women's 4 x 50m Medley Relay
  6. [1]
  7. svimjing.com - Fjórðu finalur á Jersey 2015
  8. jersey2015results.com - Women's 100m Butterfly
  9. svimjing.com, Astrið 28.57 og víðari til finalu í 50 firvald á Danish Open 2014
  10. svimjing.com, Astrið 28.29 og nýtt føroyskt met í 50 firvald
  11. livetiming.dk, Løb 32, 50m Butterfly Damer, Semifinaler
  12. svimjing.com, Pál og Magnus gull á eysturdonsku meistarastevnuni á stuttgeil
  13. svimjing.com, Astrið 28.94 og nýtt føroyskt met í 50 firvald
  14. svimjing.com, Astrið Foldarskarð 100 firvald á World Cup í Berlin 2012
  15. svimjing.com, Astrið og Birita 50 frí á World Cup í Berlin 2012