Oyggjaleikir 2015
| Oyggjaleikir 2015 | |
| Vertsland | |
| Luttakandi oyggjalond | 24 |
| Luttakandi ítróttarfólk | 3000 |
| Ítróttargreinir | 14 |
| Byrjar | 27. juni 2015 |
| Endar | 3. juli 2015 |
XVI (16.) Oyggjaleikir vórðu hildnir á Jersey í døgunum 27. juni til 3. juli 2015. Leikirnir verða eisini nevndir Natwest Oyggjaleikir (2015 Natwest Island Games) av sponsor ávum.[1] 24 oyggjasamfeløg vóru við í oyggjaleikunum, og kappast varð í 16 ítróttagreinum á leikunum á Jersey. Føroyar plaga at klára seg væl innan innan fimleik og judo, men hesar ítróttagreinar vórðu ikki umboðaðar á Oyggjaleikunum 2015.[2] Føroyar endaðu á fjórðaplássið við 18 gull, 18 silvur og 24 bronsuheiðursmerkjum. Av teimum 60 heiðurmerkjunum hjá Føroyum komu meira enn helmingurin, 36 heiðursmerki, frá svimjingini: 10 gull, 10 silvur og 16 bronsuheiðursmerki. Vertsoyggin Jersey vann kappingina við 50 gull, 54 silvur og 29 bronsuheiðursmerkjum. Isle of Man gjørdist nummar tvey og Guernsey nummar trý.
Luttakandi oyggjar
[rætta | rætta wikitekst]24 oyggjar/oyggjalond luttaka á Oyggjaleikum 2015, oyggjarnar eru úr Evropa, Suðuratlantarhavinum og úr Karibiska havinum.[3]
Ítróttagreinir
[rætta | rætta wikitekst]Føroysku ítróttafólkini kappaðust í bogaskjóting, frælsari ítrótt, badminton, kurvabólti, súkkling, fjallasúkkling, skjóting, borðtennis, tennis, golf, flogbólti, strandarflogbólti, triathlon og svimjing.[4]
Heiðursmerkjabýti
[rætta | rætta wikitekst]Frágreiðing:
Endaliga støðan:
| Nr. | Tjóð | Gull | Silvur | Bronsa | Tilsamans |
|---|---|---|---|---|---|
| 1 | 50 | 54 | 29 | 133 | |
| 2 | 34 | 27 | 29 | 90 | |
| 3 | 28 | 25 | 42 | 95 | |
| 4 | 18 | 18 | 24 | 60 | |
| 5 | 17 | 8 | 16 | 41 | |
| 6 | 14 | 11 | 8 | 33 | |
| 7 | 10 | 13 | 12 | 35 | |
| 8 | 7 | 9 | 4 | 20 | |
| 9 | 7 | 6 | 5 | 18 | |
| 10 | 6 | 8 | 9 | 23 | |
| 11 | 6 | 5 | 6 | 17 | |
| 12 | 5 | 7 | 4 | 16 | |
| 13 | 5 | 0 | 3 | 8 | |
| 14 | 3 | 9 | 12 | 24 | |
| 15 | 3 | 6 | 6 | 15 | |
| 16 | 2 | 3 | 4 | 9 | |
| 17 | 1 | 1 | 2 | 4 | |
| 18 | 1 | 1 | 0 | 2 | |
| 19 | 1 | 0 | 0 | 1 | |
| 20 | 0 | 2 | 3 | 5 | |
| 21 | 0 | 2 | 0 | 2 | |
| 22 | 0 | 0 | 1 | 1 | |
| 23 | 0 | 0 | 0 | 0 | |
| 0 | 0 | 0 | 0 | ||
| Total | 218 | 215 | 219 | 652 | |
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ NatWest and the International Island Games Association announce continued sponsorship agreement
- ↑ "aktuelt.fo - 2700 ítróttafólk til oyggjaleikir á Jersey". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-02-14. https://web.archive.org/web/20150214040012/http://aktuelt.fo/2700+itrottafolk+til+oyggjaleikir+a+jersey.html. Heintað 2015-01-30.
- ↑ Participating Islands to Jersey 2015
- ↑ So fara vit aftur á oyggjaleikir, isf.fo
