Gotland
Appearance
Gotland | |
---|---|
Landafrøði
| |
Vídd | 3 183,7 km²
|
Umsiting | |
Land | Svøríki |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 58 003[1] |
Íbúgvatættleiki | 18,25 /km² |
Gotland (fyrr á donskum og á norskum: Gulland) er ein oyggj og ein svenskur landslutur í Eystursjónum, ið liggur umleið 90 km frá strondini á svenska meginlandinum. Oyggin er tann størsta í Svøríki. Landsluturin fevnir eisini um oynna Fårö, Karlsöarna, Gotska Sandön og fleiri aðrar minni oyggjar og hólmar. Landsluturin er eisini eitt len (sókn) ið nevnist Gotlands län og er ein sjálvstøðug kommuna (Gotlands kommuna) og serstakt bispadømi (Visby stift) í svensku fólkakirkjuni. Oyggin hevur 2 994 km², lenið hevur 3 151,4 km² land og 3 183,7 km² við vøtnum.[2] Landsluturin hevur 42 000 skrásett fornminni. Hægsta stað á oynni er Lojsta hed, ið er røkkur 82 metrar yvir havið. Svenska prinsessan Leonore er hertuginna av Gotlandi.