Jump to content

Ynys Môn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Anglesey)
Anglesey/Ynys Môn

Ynys Môn ella Anglesey (enskt: Isle of Anglesey, kymriskt: Ynys Môn, framborið /ˌənɨ̞sˈmoːn/ (IPA)) er ein oyggj og sýsla í Útnyrðingswales. Høvuðsstaður á Ynys Môn er Llangefni.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Oyggin er skild frá meginlandinum av einum smølum sundi, ið eitur Menai Strait. Hon er bundin at meginlandinum við tveimum brúm, tí upprunaligu Menai Suspension Bridge, ið ber A5 og sum varð bygd av Thomas Telford í 1826 til vegsamband, og tí nýggjaru, tvær ferðir bygdu Britanniabrúnni, ið ber A55 og North Wales Coast Railway line. Ynys Môn-sýslan hevur fleiri aðrar oyggjar, m.a. Holy Island.

Oyggjaleikir

[rætta | rætta wikitekst]

Ynys Môn er limur í altjóða Oyggjaleikasamtakinum.

Væntandi verður Ynys Môn vertur fyri oyggjaleikunum í 2025.[1]

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  1. Gøtan slóðað fyri oyggjaleikum á Ynis Môn í 2025, portal.fo, 19. mai 2019