Jump to content

Birita Debes

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Birita Debes (fødd 1995, uppvaksin í Rituvík) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Ægir og fyri Føroyar. Hon hevur fyrr svomið fyri FLOT. Í mai 2013 varð hon úttikin til Føroyska svimjilandsliðið, sum skal svimja á HM í Barcelona í juli/august 2013.

Lívsleið innan svimjing

[rætta | rætta wikitekst]

EM 2013 á stuttgeil í Herning

[rætta | rætta wikitekst]
  • Svam innleiðandi kapping 100 m rygg við tíðini 1:01.48, kom ikki víðari í semifinaluna[1]
  • nr 30 av 42 í 50 metrar rygg við tíðini 28.78, sum var eitt vet frá hennara føroyska meti á 28.51, sum hon svam á HM í Istanbul í 2012[2]
  • Svam 50 m frí við tíðini 26:56. Kom ikki víðari til semifinaluna.[3]
  • Svam 50 m firvald við tíðini 28.52 (persónligt met)[4]

Birita vann fleiri heiðursmerki á FM stevnuni í Havn í mai 2013.

EM 2012 - føroyskt met í 50 m rygg

[rætta | rætta wikitekst]

Birita luttók á EM stevnu í Debrecen, Ungarn í 2012. Hon vann ikki nakað heiðursmerki, men svam sína bestu tíð í 50 m rygg, hon svam við tíðini 30.60, sum var nýtt føroyskt met.

Oyggjaleikir 2011

[rætta | rætta wikitekst]

Birita svam fyri Føroyar á Oyggjaleikunum 2011. Hon vann 4 gull, 2 silvur og 1 bronsu heiðursmerki. Harav vóru 4 liðkappingar og 3 einstaklingakappingar.[7]

Birita kláraði seg sera væl í 2010. Hóast hon var juniorur í 2010, so setti hon fleiri føroysk senior met. Eitt av metunum setti hon, tá hon sum fyrsta føroyska kvinnan vann gull á norðurlendsku svimjistevnuni. Tað gjørdi hon á NJM stevnuni í Kastrup í Danmark 11. desember 2010, hon vann gull í 100 metrar ryggsvimjing .[8]

Oyggjaleikir 2009

[rætta | rætta wikitekst]

Birita var á føroyska svimjilandsliðnum á Oyggjaleikunum í 2009 í Álandi, hon vann 3 gull heiðursmerki og 1 bronsu heiðursmerki.

  1. "EM í svimjing 12.-15. desember 2013, 100 m rygg, kvinnur". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-11-06. https://web.archive.org/web/20141106202615/http://84.33.2.65/Herning2013/pdf/Programma%20gare_day1.pdf. Heintað 2013-12-15. 
  2. Svimjing.com, Triðju innleiðandi riðlar avgreiddir á EM á stuttgeil 2013
  3. "Sportal.fo, EM í svimjing: Føroysku svimjararnir lidnir á hesum sinni". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-12-22. https://web.archive.org/web/20131222103746/http://sportal.fo/em+i+svimjing+foroysku+svimjararnir+lidnir+a+hesum+sinni.html#.Uq3UlWSovoo. Heintað 2013-12-15. 
  4. Svimjing.com, Næstu innleiðandi riðlar avgreiddir á EM á stuttgeil 2013
  5. Livetiming.dk[deyð leinkja] Kapping 9, 100m Ryggsvimjing Kvinnur, Finalur, Senior
  6. Livetiming.dk Archived 2016-03-05 at the Wayback Machine Kapping 13, 4X100m Frísvimjing Kvinnu, Finalur, Senior
  7. Natwestiowresults2011.com
  8. Svimjing.com
  9. Alandresults2009.com
  10. Alandresults2009.com
  11. Alandresults2009.com Swimming - Women's 4 x 100m Medley Relay
  12. Alandresults.com Swimming - Women's 100m Backstroke