Turið S. Christiansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Turið S. Christiansen (fødd 1996, úr Leirvík) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Ægir og Føroyar. Hon hevur fyrr svomið fyri Svimjifelagið Reki úr Leirvík, sum í 2010 legði saman við Skeggjar, nýggja felagið fekk navnið Reysti.

Lívsleið innan svimjing[rætta | rætta wikitekst]

FM/JM í svimjing 2013[rætta | rætta wikitekst]

Oyggjaleikir 2011[rætta | rætta wikitekst]

  • Gull í 200 m bringu[3]
  • Silvur í 4 x 100 m blandað

Ægir-stevna 2011 - føroyskt seniormet[rætta | rætta wikitekst]

Á Ægir stevnu í 2011 setti Turið føroyskt seniormet í 200 m bringu við tíðini 2:37.64, har føroyska metið hjá henni frá úttøkustevnuni til Oyggjaleikir í apríl mánaða 2011 var 2:38.31

Reykjavík International Games 2010[rætta | rætta wikitekst]

Turið luttók á svimjustevnuni Reykjavík International Games 2010 í Íslandi í 2010. Hon setti føroyskt seniormet í 200 m bringu tvær ferðir, hon vann gull á hesum teininum í hennara árgangi.[4]

  • Gull í 200 m bringu
  • Silvur í 50 m bringu
  • Silvur í 400 m blandað

DM 2007[rætta | rætta wikitekst]

Fleiri føroyskir barnasvimjarar luttóku á DÅM (Danmarks Årgangs Mesterskaber) í 2007. Besta úrslit hjá føroyingum varð eitt annaðpláss til Turið S. Christiansen í 200 bringu fyri gentur 11 ár og yngri, hon svam við tíðini 3:14.73.[5]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Livetiming.dk Kapping 19, 100m Bringusvimjing Kvinn, Finalur, Senior
  2. Livetiming.dk Kapping 3, 200m Blandað Kvinnur, Finalur, Senior
  3. Natwestiowresults2011.com
  4. Svimjing.com Turið knústi føroyska metið í 200 bringu
  5. Svimjing.com Turið nr 2 í 200 bringu