Markus Joensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Markus Pauli Joensen (føddur 1996) er ein føroyskur svimjari, sum hevur sett fleiri føroysk juniormet í svimjing, og harafturat hevur hann eisini sett seniormet á ungum aldri. Á FM Stevnuni í Havn í mai 2013 setti hann trý juniormet. Hann varð kosin Ársins stjørnuskot, tá allar kappingarnar vóru lidnar á FM 2013. Hin 21. mai 2013 varð hann úttikin til Føroyska svimjilandsliðið (ungdómslandsliðið), sum skal luttaka á NMU í Reykjavík 13. og 14. juli 2013.[1]

Lívsleið innan svimjing[rætta | rætta wikitekst]

FM Stevna 2013[rætta | rætta wikitekst]

Junior úrslit[rætta | rætta wikitekst]

  • Gull í 200 m blandað við tíðini 2:06.28[2]
  • Gull í 4 x 100 m blandað við tíðini 3:58.82
  • Gull í 100 m bringu við tíðini 1:04.77, sum var føroyskt juniormet
  • Gull í 4 x 100 m frí við tíðini 3:34.53
  • Gull í 100 m rygg við tíðini 1:00.75
  • Gull í 50 m bringu við tíðini 30.00 Føroysk juniormet

Senior úrslit[rætta | rætta wikitekst]

  • Silvur í 50 m bringu við tíðini 30.00 Føroysk juniormet[3]
  • Silvur í 100 m rygg við tíðini 1:00.75
  • Silvur í 100 m bringu við tíðini 1:04.77, sum var føroyskt juniormet
  • Bronsu í 200 m blandað við tíðini 2:06.28

Actavis International 2013 í Íslandi - langgeil[rætta | rætta wikitekst]

  • Silvur í 100 m bringu við tíðini 1:08.93 (føroyskt juniormet)[4]
  • Bronsu í 50 m rygg við tíðini 29.17[5]

Bank Nordik Stevna í Vági 2013 - juniormet í 100 m bringu[rætta | rætta wikitekst]

Markus luttók á Bank Nordik stevnu í Vági í mars 2013. Hann setti føroyskt juniormet í 100 metrum bringu við tíðini 1:06.26.[6]

Íslandsk Meistarastevna 2012[rætta | rætta wikitekst]

Markus luttók á meistarastevnu í svimjing í Íslandi í apríl 2012. Hann setti føroyskt seniormet í 200 m bringu við tíðini 2:37.87, hetta var í innleiðandi riðli. Hann svam seg í finaluna, men varð tíverri kolldømdur í finaluni. Gamla metið var 2:38.20, sum Jákup Øssursson setti í 2006 í Luxembourg. Bartal Hestoy hevur seinni betra um hetta metið, sum í løtuni (mai 2013) er 2:26.44.[7]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Svimjing.com
  2. Svimjing.com
  3. svimjing.com http://www.svimjing.com/2013/05/12/story/markus-3000-og-nytt-foroyskt-juniormet-i-50-bringu
  4. sh.lausn.is
  5. svimjing.com
  6. Svimjing.com Markus 1:06.26 og nýtt føroyskt juniormet í 100 bringu
  7. ssf.fo Føroysk met (50m)