Jump to content

Miðvágs Róðrarfelag

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Miðvingur, áttamannafar, á Jóansøku 2011.
Riddarin og Lómur kappast her um 1. plássið hjá 6-mannaførum hjá monnum á Eystanstevnu 2012 í Runavík.

Miðvágs Róðrarfelag er føroyskt róðrarfelag úr Miðvági. Miðvágs Róðrarfelag varð stovnað á vári 1956.[1] Felagið er virkið og eigur fleiri kappróðrarbátar, sum luttaka í FM kappróðri hvørt summar. Felagið hevur egið neyst, sum varð tikið í brúk í 2007. Niclas í Koltri smíðaði fyrsta kappróðarbátin hjá felagnum, tað var áttamannafarið Miðvingur, sum Niclas smíðaði í 1957. Sámal Hansen úr Runavík hevur smíðað teir nýggjastu bátarnir hjá Miðvágs Róðrarfelag. Bátarnir eru hvítir, hava bláar stokkar og reyða rond.

Føroyameistaraheiti

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2010 - Beinta varð føroyameistari, 5-mannafør gentur
  • 2006 Riddarin føroyameistari, 6-mannafør kvinnur
  • 2006 Frúgvin føroyameistari, 5-mannafør gentur
  • 2000 Frúgvin føroyameistari, 5-mannafør kvinnur
  • 1993 Miðvingur føroyameistari, 8-mannafør
  • 1988 Miðvingur føroyameistari, 8-mannafør [2]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. MR.fo, Um felagið[deyð leinkja]
  2. "Drekin.fo, Miðvingur". http://drekin.fo/default.asp?page=teams&mode=boatinfo&boatID=45. Heintað 2011-07-17.