Halldór Ásgrímsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Halldór Ásgrímsson í 2006.

Halldór Ásgrímsson (8. september 1947 - 18. mai 2015) var ein íslendskur politikari. Halldór var forsætisráðharri Íslands frá 2004 til 2006 og formaður Framsóknarflokksins frá 1994 til 2006.

Útbúgvingar- og starvsleið[rætta | rætta wikitekst]

Halldór fekk Háskúlaprógv frá háskúlanum Bifröst og varð grannskoðari í 1970. Seinni las hann handil á háskúlunum í Bergen og Keypmannahavn, og varð undirvísari á Háskúla Íslands frá 1973 til 1975.

Politisk starvsleið[rætta | rætta wikitekst]

Halldór umboðaði eysturlandið á Altingi frá 1974 til 1978, og seinni frá 1979 til 2003, tá hann umboðaði valdømið Reykjavík norður. Hann hevur starvast á nógvum postum í gjøgnum árini og kann harímillum nevnast: Fiskivinnuráðharri frá 1983 til 1991,Dóms- og Kirkjumálaráðharri frá 1988 til 1989, Norðurlendskur samstarvsráðharri frá 1985 til 1987, og aftur frá 1995 til 1999, og Uttanríkisráðharri frá 1995 til 2004.

Halldór tók yvir frá Davíði Oddson sum forsætisráðharri tann 15. september 2004. Davíð tók yvir sess Halldórs sum uttanríkisráðharri.

Tann 5. juni 2006 boðaði Halldór frá, at eftir vánalig úrslit í íslendska kommunuvalinum, fór hann at siga frá sær forsætisráðharrasessin, og fara frá sum formaður Framsóknarflokksins í august 2006. Geir H. Haarde, uttanríkisráðharri, tók yvir sum forsætismálaráðharri tann 15. juni 2006.

Jón Sigurðsson, ferðamála, orku, og vinnumálaráðharri tók yvir sum formaður Framsóknarflokksins eftir Halldór, aftaná val á aðalfundi flokksins í august 2006. Á aðalfundinum endaði Halldór politiski yrkisleið sína, við einari kenslufullari røðu til flokk sín. Halldór fór frá sum tingmaður aftaná aðalfundin. Halldór havði tá sitið í 31 ár á tingi, sum er næst longst av øllum íslendskum tingmonnum. Bjarni Benediktsson eigur metið sum longst sitandi tingmaður.

31. oktober 2006 varð Halldór valdur til aðalskrivara Norðulandaráðsins. Halldór var eisini heiðurslimur í The International Raoul Wallenberg Foundation

Deyði[rætta | rætta wikitekst]

Halldór Ásgrímsson varð fluttur á sjúkrahús í Reykjavík, eftir ein hjartatilburð hann hevði fingið í summarhúsi sínum í Grímsnesi tann 15. mai 2015. Hann andaðist tríggjar dagar seinni á sjúkrahúsi í Reykjavík tann 18. mai 2015.[1][2] Halldór letur eftir seg konu sína Sigurjónu Sigurðardóttir, læknaskrivara og tríggjar vaksnar døtur: Helgu, Guðrún Lind og Íris Huld, samt barnabørn og barnabarnabørn.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. http://icelandreview.com/news/2015/05/19/former-prime-minister-iceland-passes-away Heintað tann 19.05.2015
  2. http://www.mbl.is/frettir/innlent/2015/05/19/halldor_asgrimsson_latinn_2/ (á íslendskum) Heintað tann 19.05.2015